Á amboð dreingir 0.-1. flokkur venja vit grundleggjandi motoriskar førleikar, sum børn helst skulu kunna í hesum aldrinum. Eisini er mál okkara, at dreingirnir læra at fáa eina góða og sunna kropsfatan. Stórur dentur er lagdur á styrki, fyri at teir kunnu útføra tey grundleggjandi elementini í amboðsfimleiki sum tildømis hondstøðu, bólta rút framm og aftur, hanga í ringum, myllu og mangt annað. Alt hetta verður gjørt, meðan vit hugna okkum og hava tað stuttligt saman.
Liðið er ætlað dreingjum, ið eru føddir í 2017-2018.
Vit venja í høllini í Eysturskúlanum týsdag kl. 16.00-17.00.