Stutt um byrjanina

Byrjanin

Byrjanin

Fimleikafelagið Ljósið varð stovnað 21. oktober í 1975 á fundi á Hotel Hafnia, har 40 kvinnur og 6 menn vóru møtt. 


Lydia Arge setti fundin og greiddi frá virkseminum innan fimleik, sum hon hevði byrjað longu í 1967. Virksemið vaks hvørt ár og í 1971 byrjaði Lydia Arge eitt móður og barn-lið, sum síðani hevur verið fastur táttur í Ljósinum. Sama ár byrjaði eisini motiónslið fyri menn og í 1973 var farið undir amboðsfimleik fyri gentum og dreingjum. 

Í hesum árum kom limatalið upp á 450 og Lydia metti, at tørvur var á einum fimleikafelagi afturat Havnar Fimleikafelag, m.a. eisini tí at Havnin vaks so skjótt.

  

Tá Lydia Arge hevði greitt frá, varð fyrsta nevndin vald og vóru tey Eliesar Arge (sáli), formaður, Kirstin Hansen, skrivari, Gudmund Skæling, kassameistari, Líggjas Joensen, grannskoðari, og tiltakslimur fyri grannskoðaran var Tórgerð Nielsen, meðan tiltakslimir fyri nevndina vóru Lydia Arge, Hergerð Joensen og Winnie Stensborg (sáli). 


Mið felagsins varð samtykt og er soljóðandi: "við fimleiki og møguligum øðrum ítrótti at styrkja og búgva likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt."


Øll árini síðani byrjanina hevur Ljósið havt ein fastan trúgvan skara av limum og hjálparfólki, sum eiga æruna av, at Ljósið hátíðarhelt 45 ára dagin 21/10-2020. Sitandi nevnd vil við hesum takka øllum hjartaliga, sum hava lagt orku og eldhug í felagið og ynskja okkum øllum nógv góð og mennandi ár afturat. Ein serlig heilsan fer til Kirstin Hansen, sum var í fyrstu nevndini, og til hini mongu, sum ígjøgnum ár og dag hava hjálpt og stuðlað felagnum. Takk!