Kappingarlið í amboð er eitt úttøkulið. Tað merkir, at íðkarin skal møta upp til úttøku í byrjanini av fimleikaárinum. Teir íðkarar, sum ikki eru klárir at koma á kappingarlið, fáa tilboð um at fara á fyrireikingarlið.
Hetta kappingarliðið venur í FIMI 3 ferð um vikuna. Tað er sera krevjandi av íðkaranum. Tað er týðningarmikið við stuðli heimanifrá og góðum vanum. Tað verður lagdur dentur á gott samanhald og trivna á liðnum. Tað styrkir um samanhaldið og ger venjingina betur, um íðkaranir kennast væl og hava tað gott saman.
Gentur venja 4 amboð. Tað er lop, gólv, biti og barr. Meira kann lesast um reglugerðina her. Fyri at kunna klára amboðini, so verður eisini vant styrki, liðiligheit og dans.
Umframt venjingar, so eru venjingarlegur, hugnakvøld, góðkenningardagar og kappingar. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa tað alt at hanga saman, so tað verður væntað av foreldrum, at tey hjálpa til, tá heitt verður á tey.