«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Vilt tú hjálpa?

Ein stórur partur av arbeiðinum í Ljósinum verður gjørt av sjálvbodnum limum, foreldrum, makum ella øðrum avvarðandi, sum gleðast um at stuðla felagið og skapa góðar karmar um børnini og tey ungu.

Uppgávurnar eru av alskyns slag og um tú hevur hug at gerast partur av tí stóra Ljósið-toyminum, sum virkar handan tjøldini, og fáa alt at ganga lættari og skjótari, ert tú meiri enn vælkomin. Set teg í samband við okkum við at senda teldupost til Ljosid@epost.fo

Foreldrabólkur
Gongur barn títt í Ljósinum og hevur tú hug at vera í foreldrabólki? So verður tú við til at kunna onnur foreldur um tiltøk og virksemi hjá børnunum.

Hjálparvenjari
Hevur tú hug at taka eina hond í til venjingina hjá tínum barni? So kanst tú vera partvíst ella fastur hjálparvenjari.

Baka og bera?
Hevur tú hug at baka til tiltøk ella bera amboð, útgerð og stólar vm, so kanst tú melda teg til ávís tiltøk ella koma á ein lista, sum vit tríva í, tá tørvur er á tí.

Selja atgongumerkir og kaffi
Til framsýningar hava vit brúk fyri fólki at selja atgongumerkir og selja kaffi og køku. Dámar tær at práta við fólk og vera partur av framsýningunum á henda hátt, er hetta kanska nakað fyri teg.

Samskipan
Hevur tú hegni til samskipan? So kanst tú kanska hjálpa við fyrireiking av framsýningum, kappingum, venjingarlegum, hugnatiltøkum vm, har týdningarmikið er, at ein hevur yvirblikk og dugir at útdelegera, fylgja upp og samskifta við onnur.

PR og marknaðarføring
Ljósið lýsir við venjing og tiltøkum og framleiðir lýsingar, plakatir og ymiskt 'merchandise' og ger tíðindaskriv til fjølmiðlar, stuðlar og onnur. Ert tú von/vanur at arbeiða við slíkum og við lýsingastovum og miðlum, vilja vit gjarna hava tína hjálp.

Sponsor-arbeiði
Ljósið søkir hvørt ár stuðul frá fyritøkum, sum lata okkum vøru ella avsláttur, ella upphæddir millum kr 1000-5000. Vit hava altíð tørv á hjálp til at finna stuðlar og til at kunna stuðlar um virksemið í felagnum.

Heimasíðan
Hevur tú hug at vera við til at røkja okkara heimasíðu við teksti ella myndum, ella við menning av skipanini? Vit kundu hugsað okkum at fingið fleiri myndir og tíðindi frá breiddarliðunum og hava tørv á fólki at fara runt til venjingarnar við myndatóli og einum penni.