«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ÚRVALSFIMLEIKUR 

Úrvalsfimleikurin tekur støði í fimleikagleðina og í ynskinum hjá tí einstaka íðkaranum um at mennast og gerast alsamt betri. Okkara venjarar leggja dent á, at gleðin má standa mát við stríðið, sum íðkarin leggur fyri dagin og tey tosa javnan við íðkararnar um, hvat tað merkir og inniber at kappast. Tað er umráðandi fyri okkum sum felag, at íðkarar og foreldur kenna til treytirnar, sum eru knýttar at úrvalsfimleikinum, so at foreldur kunnu stuðla børnunum og teimum ungu á ein góðan hátt.

Tað er møtiskylda til venjingar og neyðugt er at góðtaka, at høvuðsvenjarin saman við møguligum hjálparvenjarum tekur støðu til bæði venjing, samanseting av liði og til, hvør sleppur at taka lut í kappingum. 

Tað kann vera hart at verða rættað og til úrtøku gerast fleiri kedd og vónbrotin, um tey ikki sleppa á lið ella fáa eykapláss í boði. Venjarin tosar við íðkararnar um hetta og tað kann vera ein góður stuðul hjá børnunum, um foreldur eisini eru varhug við at tosa við børnini og tey ungu og meta um, hvørt tey eru nóg sterk til kappingarfimleik.  

Úrvalsfimleikurin er kostnaðarmiklari enn vanligi breiddarfimleikurin, so hjá foreldrum er tað eisini ein fíggjarligur spurningur, um barnið ella unglingurin tekur av einum tilboði um at koma á eitt kappingarlið. Umframt limagjaldið skal roknast við útreiðslur til drakt og onkuntíð eisini til venjingarlegu og kappingar uttanlands.  

Foreldur eru altíð vælkomin at seta seg í samband við høvuðsvenjarar, samskiparar og nevnd, um okkurt er at spyrja um ella viðmerkja.