«2017»Í dag«Jul»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Um Ljósið

EITT SINDUR UM LJÓSIÐ Í DAG

Vit í Fimleikafelagnum Ljósinum hava eittans endamál – og tað er at íðka fimleik. Vit elska fimleik, og meta tað vera eina sera góða íløgu í heilsuna hjá børnum og vaksnum at íðka fimleik. 

Eisini vita vit, at vit eru øll ymisk, bæði tá tað kemur til áhuga, tíð og til førleikar, og tí hava vit eina ørgrynnu av ymiskum tilboðum til tey, ið hava hug til at íðka fimleik. 

Til børnini hava vit bæði amboðsfimleik og rútmiskan fimleik – og hetta kann so aftur býtast í kappingarfimleik og breiddarfimleik. Í ár hava vit sum nakað nýtt gjørt eitt blandað dansilið - free style - fyri 2-5 flokk og vit hava eitt team gym-lið og eitt estetiskt/rútmiskt framsýningarlið fyri teimum 11-15 ára gomlu, sum gjarna vilja bjóðast av, men tó ikki kappast. 

Eisini tey, ið hava skerdar førleikar, hava pláss hjá okkum. Loppurnar er eitt lið fyri ung við menningartarni, sum vit hava havt í felagnum í fleiri ár. Liðið Firvaldar er eitt lið fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi - eitt samstarv við Krabbameinsfelagið, sum vit eru sera fegin um.

Í Ljósinum eru øll vælkomin og tað stendur limum felagsins frítt at skifta felag ella koma til okkum frá øðrum felagi.