«2020»Í dag«Jul»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Summarskúli 3.-6. august


Melda til summarskúlan í fimleiki við at trýsta her


Um summarskúlan í fimleiki

Man fimleikur vera nakað fyri meg? Nú ber til at royna seg í eina viku. Fyrstu viku í august fara vit í Ljósinum nevniliga at hava ein summarskúla í fimleiki.

Øll børn, sum ganga í 1. - 6. flokki eru vælkomin at tekna seg. Venjingarnar verða á grundleggjandi støði og harafturat verður pláss fyri hugna og spæli bæði inni og úti.

Møguligt er at velja amboð ella estestisk. Liðini síggja tí soleiðis út:
Amboð 1.-3. flokkur
Amboð 4.-6. flokkur
Estetiskt 1.-3. flokkur
Estetiskt 4.-6. flokkur

Vel tann flokkin, sum barnið hjá tær fer í eftir summarfrítíðina.

Børnini møta í Fimi kl. 08.30 hvønn morgun og hava matpakka við, sum tey eta á miðdegi. Børnini eru liðug kl. 13.30.

Kostnaðurin er kr. 600,-.

Fimleikafelagið Ljósið