«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Hydra, vinnari av Easter Cup 2018

Team Hydra úr Ljósinum vann Easter Cup 2018


Kvinnuliðið Hydra úr Ljósinum gjørdi bart og vann Easter Cup 2018 við 31,97 stigum samanlagt, innleiðandi fingu tær 15,87 og í finaluni í dag fingu tær 16,10. Nr. 2 bleiv Team Elina Elite (Dk) við 30,57 og nr. 3 gjørdist Team Bohemia (DK) við 27,22 stigum.

 

Í gentubólkinum luttók Lyra, og tær endaðu á einum flottum 4. pláss við 31,05 stigum. Kappingin var sera tøtt, bert desimalar vóru á muni ímillum nr. 2, 3 og 4. Kappingina vann Team Cyrene (Finland) við 32,67 stigum, nr. 2 gjørdist Team Verla Amber (Finland) við 31,30 stigum, nr. 3 bleiv Team Meea (Finland) við 31,11 stigum og Lyra úr Ljósinum nr. 4 við 31,05 stigum. Nita úr HF bleiv nr. 6 og Freia úr HF bleiv nr. 8 samanlagt.


Hjá unglingum luttók Nora úr HF og tær fingu eitt flott 3. pláss við 29,90 stigum. Nr. 1 gjørdis Team Freyat (Finland) við 32,57 stigum og nr. 2 gjørdist Team Navona (DK) við 30,13 stigum.


Hjá smágentum luttóku trý føroysk lið úr ávikavist Ljósinum, HF og Støkk. Fenja úr HF bleiv nr. 6 við 28,08 stigum samanlagt, Viólin úr Støkk gjørdist nr. 7 við 27,85 stigum og Vela úr Ljósinum bleiv nr. 10 við 26,63 stigum samanlagt.


Hjartaliga tillukku allir venjarar og íðkarar við úrslitunum. 

Øll úrslitini frá Easter Cup síggjast her