«2019»Í dag«Sep»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Venjara skeið Ísf bjóðar til í Apríl.

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
- Ítróttur fyri børn og ung.

Tann 13-14 aprí 2012 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjararum og leiðarum hjá børnum og ungum.

Byrjað verður fríggjakvøldið  kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin kl. 09.00 til 17.00.

Evni:

      -          Ítróttanámsfrøði

-          Ítróttaumhvørvi

-          Menning hjá børnum

-          Venjing

-          Trygd og ábyrgd

-          Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.

Ongin próvtøka er, men kravt verður,  at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum.  Hetta er fyrri partur av Venjara 1.  Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

-          Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

-           lærir nakað um námsfrøði,venjingar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.

-          Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr Íroknað er frálærutilfar og matur. Pláss er fyri 24 luttakarum.

Skeiðshaldari: Ulrik Balle, DIF

Tilmelding:
Tilmelding er neyðug og tilmeldingarfreistin er fríggjadagin  tann 30 mars.

Venjarar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum kunnu tilmelda seg skeiði via heimasíðu okkara ljosid.fo  Boð verða send út til venjaranar via t post.

 

 

Skeið um Ítrótt, venjing og skaðar

Skeiðið verður 27 og 28 apríl  2012  í ÍSF-húsinum í Havn.  Fríggjakvøldið 27 apríl  kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin 28 apríl  kl. 09.00 til 17.00

Innihald
Hví venja?   Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.

Ongin próvtøka er, men kravt verður,  at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at taka framhaldsskeið. Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Undirvísari er Ulrik Balle.

Málbólkur
Venjarar, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr
Á skeiðnum fært tú vitan ,  hvussu kroppurin virkar,  og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um,  hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.
Luttakararnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrav:
Krav er at luttarkarirnir hava luttikið á skeiðnum “Ítróttur fyri børn og ung”

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tilmelding

Tilmelding er neyðug og tilmeldingarfreistin er fríggjadagin  tann 30 mars.  Pláss er fyri 24 luttakarum.

Venjarar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum kunnu tilmelda seg skeiði via heimasíðu okkara ljosid.fo Boð verða send út til venjaranar via t post.