«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Tilmelding verður sunnudagin 28. august 2016 kl. 16.00-18.00 í Fimi

Tilmeldingin verður skipað sum ein limadagur, har børn hava møguleika at hitta venjarar og royna ein amboðsbana.

Tað fer ikki at bera til at melda seg til lið á heimasíðuni í ár, men vóna at til ber at koma fram við í Fimi til eina hugnaliga løtu. Møguligt verður at rinda limagjaldið við gjaldskorti í Fimi. Eisini verður kaffi, te og køka at fáa.

So komið ein túr í Fimi sunnudagin millum kl. 16.00-18.00, so sleppa børnini at uppliva eitt sindur av fimleiki, melda seg til lið, hitta venjarar og onnur í felagnum.

Fimleikurin fyri breiddarlið byrjar mánadagin 5. september.

Sí yvirlit yvir lið og venjingartíðir her

Vit síggjast

Samskiparar og nevndin