«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Tað gekk gott til FM-eldri 2016

Her er frágreiðing frá FM-eldri, sum var 30/4 og 1/5-2016

Seinni dagurin:

So fór síðsti FM dagur aftur um bak á hesum sinni. Ljósið hevði 7 íðkarar við í dag, 4 hjá gentum og 3 hjá kvinnuunglingum.

Hóast alt ikki eydnaðist, sum íðkarunum ynsktu, vóru Ljósið íðkarar aftur at síggja á heiðurspallunum í dag. Hjá gentunum bleiv tað til eitt bronsuheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerkir. Hjá kvinnuunglingunum bleiv tað til trý bronsuheiðursmerkir og eitt gull heiðursmerki.

Hjá gentum á gólvinum megnaði Kristin at fáa eitt flott 2. pláss og Vár eitt flott 3. pláss. Tað gekk sera gott hjá Vár á bitanum, har hon megnaði at fáa eitt silvurheiðursmerki. Hjartaliga tillukku við tí, Vár og Kristin.

Hjá kvinnuunglingunum sóu vit bæði Christinu og Maritu á heiðurspallunum í lopi. Christina fekk bronsuheiðurmerki og Marita fekk gullheiðursmerki. Marita bleiv eisini nr. 3 í forskotnari barr. Marita bleiv nr. 3 á bitanum, har tað var sera tætt millum nr. 1, 2 og 3, har tað bert var 0,1 frá nr. 1 til nr. 2 og 0,04 frá nr. 2 til nr. 3. Ein sera spennandi kapping á bitanum.

Hjartaliga tillukku allir íðkarar við heiðursmerkjunum í dag og samlaðu úrslitunum í gjár.

 

Fyrri dagurin:

Ljósið fekk heiðursmerkir fyri samlað úrslit hjá gentum, kvinnuungl og kvinnum. So Ljósið hevur aftur havt ein góðan dag.

Hjá dreingjum bleiv kappingin eisini avgreidd í einum, tvs. at kappast varð bæði samanlagt og í einstøkum amboði samstundis. Heini luttøk í dag í paralell barr og í ringum. Samanlagt var tað ikki nokk til heiðursmerki, men í einstakum amboði bleiv Heini nr. 3 í paralell barr.

Tillukku við tí.

Hjá gentunum fekk Vár bronsu heiðursmerki, meðan Marin bleiv nr. 6 og Bára nr. 7 samanlagt.

Vár, Marin, Bára og Kristin komu víðari til kappingina í einstøkum amboðum, og tær skulu kappast í hesum (nr, ið tær blivu í dag í amboðnum):

Gólv: Kristin (2), Vár (3), Bára (6)
Bita: Vár (3), Marin (5)
Lop: Vár (4), Marin (5)
Forskotin barr: Vár (4), Marin (6)

Hjá Kvinnuunglingum bleiv Marita nr. 2 samanlagt og fekk silvur heiðursmerki. Christina bleiv samanlagt nr. 4 og Anna Paula nr. 5 samanlagt.

Allar tríggjar komu víðari til í morgin í einstøkum amboðum, og tær kappast í hesum (nr, ið tær blivu í dag í amboðum):

Gólv: Anna Paula (4), Marita (5)
Bita: Christina og Marita (báðar nr. 4)
Lop: Marita (1), Christina (3), Anna Paula (4) 
Forskotin barr: Anna Paula (3), Marita (4)

Hjá kvinnum vóru tær tríggjar sum kappaðust, og tí varð kappingin hjá kvinnum eisini avgreidd í dag, eins og hjá dreingjunum.

Eyðvør ætlaði sær ikki at kappast í øllum amboðum, men gjørdi tað alíkavæl og tað eru vit sera glað fyri. Eyðvør bleiv samanlagt nr 3. Í einstøkum amboðum bleiv Eyðvør nr. trý á gólv, bita, lop og í forskotnari barr.

Vit ynskja øllum íðkararum tillukku við avrikunum og heiðursmerkjunum.