«2021»Í dag«Jun»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
M T M H F L S

SUMMARSKÚLIN 2021

Nú er aftur tíð at tekna seg til summarskúlan hjá Ljósinum. 
29. juni – 2. juli fylla vit Fimi við børnum, sum sleppa at gera amboðsfimleik, estetiskan fimleik, crossfit, parkour, postarenning, spøl og hugna. 

Skúlin er fyri bæði roynd og óroynd. Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (tey, sum fara í fyrsta flokk í ár eru vælkomin) og 4. og 6. flokkur. 
Byrjað verður kl. 09.30 um morgunin, og vit eru liðug kl. 13.30. Kostnaðurin er kr. 600 fyri hvønn. 

Kom í summarskúla hjá Ljósinum og fá fimleik, spæl og nýggj vinarløg.

Tilmelding er her:
https://bit.ly/2Q83Knd