«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Sera góð avrik til b-kappingina 2-3 apríl í Bylgjuni

Tað gekk ómetaliga gott hjá Ljósinum til b-kappingina í Bylgjuna í vikuskiftinum, har William luttók hjá piltunum og Jenny, Vón, Lý, Ró, Rakul og Rannvá hjá pinkunum. Hjartaliga tillukku tit øll og stóra tøkk til allar okkara íðkarar, ið hava gjørt nøkur megnar avrik til B-kappingina hetta vikuskifti. Tit eru so røsk og dugnalig. Eisini til lukku til venjarar og foreldur, sum bakka so væl upp um børnini.

Allir fimleikarar kláraðu seg væl fyrsta dagin og serstakliga hjá Williami gekk gott. Hann gjørdist nr 2 samanlagt hjá piltum og tryggjaði soleiðis sær sjálvum og Ljósinum sylvurmedalju. Hjartaliga til lukku við tí :0). Við úrslitinum kom William hartil víðari í øllum amboðum til kappingina sunnudagin. Tá eydnaðist honum at vinna gull í lopi, og sylvur í parallel barr, beinsveigj og ringum. Sera flott :0). 

Pinkurnar høvdu sum nevnt eisini ein góðan fyrsta kappingardag, hóast tað ikki eydnast nøkrum teirra at vera millum trý tær bestu samanlagt, so átti Rannvá 4. plássið, Vón 5. plássið og Jenny 6. plássið. Fýra av pinkunum gjørdust millum 6 tær bestu í amboðunum og Jenny og Rannvá sluppu víðari í gólv og bita, Ró, Vón og Rannvá sluppu víðari í lop og Vón slapp eisini víðari í forskotnari barr.

Sunnudagin gjørdist sera góður hjá Rannvá, sum vann gull í gólv, lop og bita. Jenny gjørdist nr 3 í bita og á gólv. Tó vóru tvær pinkur á øðrum plássi, so bronsumedaljan datt burtur, men úrslitið er kortini framúr :0)

Tá samanlagda stigatalið hjá pinkunum fer uppum 33 stig, sleppa tær upp á level 2 til kapping. Tað eydnaðist hjá Rannvá, Jenny og Vón. Eisini stórt til lukku við tí. 


Her eru stigini frá kappingini:

 


Úrslit leygardag - B kapping.xlsx  

Úrslit B-kapping sunnudag.xlsx