«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Á myndini eru: Alek Ramezanpour, høvuðsvenjari, Gunnvá Gray, forkvinna, og Sara Khosravi, høvuðsvenjari.

Sara og Alek høvuðsvenjarar í amboðsfimleiki í Ljósinum komandi fimleikaár


Í dag hevur Fimleikafelagið Ljósið longt samstarvsavtaluna við høvuðsvenjararnar Saru Khosravi og Alek Ramezanpour til komandi fimleikaár.
 
Vit í Ljósinum hava verið sera væl nøgd við arbeiðið, ið Sara og Alek hava gjørt í Ljósinum, síðan tey komu til Føroya. Tað var eingin ivi um, at Ljósið vildi leingja samstarvsavtaluna við tey til komandi fimleikaár.
 
Tey hava bæði víst, at tey leggja sera nógv í íðkararnar, at teir mennast og blíva betur. Hetta sæst eisini aftur á úrslitunum, ið íðkararnir fáa til heimligu kappingarnar. Samstarvið millum høvuðsvenjararnar og íðkarar er sera gott, og eisini millum íðkararnar sjálvar. Tað kunnu vit í Ljósinum bara fegnast um, og hetta er avgjørt nakað, ið Ljósið kann byggja víðari á. Ljósið leggur sera stóran dent á, at íðkarar og venjarar trívast í felagnum.
 
Sara og Alek eru hjún og koma úr Iran. Alek kom til Føroya fyrstu ferð í apríl 2015 og Sara fyrstu ferð í desembur 2015. Tey hava bæði royndir sum íðkarar og venjarar í amboðsfimleiki. Umframt tað, hevur Alek eisini tikið lut í OL sum íðkari. Umframt royndir innan amboðsfimleik, hevur Sara eisini kunnleika til rútmiskan fimleik og ballet, har hetta hevur verið vant í amboðsvenjingunum, sum partur av grundleggjandi førleikum, ið íðkarar skulu hava.  
 
Umframt at vera høvuðsvenjarar í kappingarfimleiki í amboð, so hava Alek og Sara eisini havt 1-2 breiddarlið. Alek hevur havt TeamGym og Parkour, sum nakað nýtt, ið Ljósið hevur bjóðað út síðan Alek kom. Hesi bæði liðini hava verið sera væl umtókt, og ætlanin er eisini at bjóða hetta út komandi fimleikaár.
 
Vit í Ljósinum eru sera fegin um, at hava Saru og Alek í Ljósinum komandi fimleikaár og vit gleða okkum til komandi kappingarár.