«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Stuttligt jólahald í FIMI

Stuttligt jólahald í FIMI

Í ár royndu vit at halda jólini eitt sindur øðrvísi enn vanligt, við at vit hildu eina rimmar jólafest fyri íðkarum og foreldrum í FIMI, har møguleiki var at síggja, hvat felagið og ikki minst høllin hevur at bjóða íðkarunum.


Til bar at fylgja við í einari balletvenjing hjá estetisku kappingarliðunum, venjing hjá kappingarliðum á amboðssíðuni, og so varð fimleikafagnaðurin um Snjóhvítu eisini framførdur. So var frítt hjá øllum at royna seg, og tey vóru ikki so fá, sum tóku av tilboðnum. Hini kundu seta seg við einum drekkamunni og njóta eina góða jólakøku, meðan tey sóu hvussu leikur fórst á gólvinum.


Fimi var á tremur av fólki í jólahýri, og tað gjørdist ein sera hugnalig løta fyri stór og smá