«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Marita til Íslands til NM 2016 í amboðsfimleiki

Kvinnuunglingurin hjá Ljósinum - Marita Mortensen - er við í landsliðshópinum, sum fer til Íslands í dag 6. mai at kappast um Norðurlendska meistaraheitið í amboðsfimleiki. Við eru eisini høvuðsvenjararnir Sara og Alek, sum síðani árskiftið hava vant bæði yngru og eldru fimleikararnir í okkara landsliðshópi.

Vit eru errin av Maritu, sum gjørdist samanlagt nr 2 til FM seinasta vikuskifti og ynskja henni í Sara og Alek bestu eydnu á ferðini og sjálvandi ynskja vit eisini øllum dugnaligu fimleikarunum hjá HF allarbestu eydnu. Spennandi verður at síggja, hvussu tey øll standa seg.

Soleiðis skrivar Fimleikasambandið á www.fimleikur.fo um ferðina:     

"Landsliðið í amboðsfimleiki til NM í Íslandi

Í dag fríggjadagin 6.mai 2016 fara seks av okkara bestu amboðs fimleikarum á landliðnum til Íslandi, at luttaka til norðurlandska meistaraskapi í amboðsfimleiki fyri juniorar og seniorar.

Fimleikararnir eru:

Lív B Árting og Elsbet Dalbø úr HF og Marita Mortensen úr Ljósinum

Bogi Berg, Aron Jacobsen og Rani A. Dalsgarð úr HF.

Venjari hjá dreinginum er Alek Ramezanpour og hjá gentinum Sara Khosravi.

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru teir bestu fimleikarirnir úr norðurlondinum og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg til kappingina. Kappingin hjá juniorinum og seniorinum verður leygardagin 7.mai kl.10.10 og kl.15.10 og finalurnar verða sunnudagin 8.mai kl.11.00.

Við í ferðalagnum eru eisini tríggir dómarar, ið skulu døma til kappingina.

Dómararnir eru: Pól Esper H. Hansen, Elinborg Tróndardóttir Durhuus og Anna Margit Thomsen

Og við frá Føroya Fimleikasambandi er Harald Joensen.

Vit í Føroya Fimleikasambandi fara at ynskja íðkarinum góða eydnu til kappingina."