«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Kvinnuungl. frá vinstu: Bára, Anna Paula, Christina, Marita, Bjarta, Vár og Marin

Ljósið stóð seg væl til liðkappingarnar í dag 19. novembur


5 lið hjá Ljósinum kappaðust í dag í liðkapping, kvinnuunglingar, gentur og pinkur B. Hjá kvinnuunglingum vóru tvey lið, ið kappaðust, har bæði vóru frá Ljósinum. Úrslitið bleiv, at Ljósið 1 vann og Ljósið 2 bleiv nr. 2.


Hjá gentum bleiv Ljósið nr. 3, HF nr. 1 og Støkk nr. 2.


Mest spennandi kappingin var í pinkum B, har Ljósið 1 vann við 0,02 stigum. Tað var sera tætt millum Ljósið 1 og Støkk, tá so úrslitini vóru tald saman, endaði Ljósið 1 á 1. plássinum.


Hjá kvinnum vann HF og Støkk bleiv nr. 2.


Ljósið hevði gestaíðkarir við hjá dreingjum og mansunglingum, og teir stóðu seg væl í teimum amboðum, ið teir kappaðust í.


Í morgin, sunnudagin 20/11 hevur Ljósið fýra lið, sum fara at kappast hjá pinkum, piltum, smágentum og smádreingjum.


Úrslit leygardagin 19/11:


B-kapping

Ljósið 1 - 109,87 stig

Støkk - 109,85 stig

HF - 107,67 stig

Ljósið 2 - 84,12 stig


Gentur

HF - 163,0 stig

Støkk - 123,8 stig

Ljósið - 111,95 stig

KF - 88,7 stig 


Kvinnuungl.

Ljósið 1 - 119,54 stig

Ljósið 2 - 104,59 stig


Kvinnur

HF - 125,55 stig  

Støkk - 121,0 stig