
Ljósið fingið høvuðsstuðul
Fimleikafelagið Ljósið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Felagið hevur gjørt eina tvey ára stuðulsavtalu við Suðuroyar Sparikassa.
- Fyri okkum merkir tað nógv, at hava góðar samstarvspartar í vinnulívinum. Stuðulin ger stóran mun í einum felagi sum okkara, sigur Gunnvá Gray, forkvinna í Fimleikafelagnum Ljósið.
Eisini Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna.
- Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um aftaluna við Fimleikafelagið
Ljósið, sigur hann, og leggur afturat, at orsøkirnar til samstarvið
millum annað eru, at Ljósið er eitt virkið felag við nógvum íðkarum í
øllum aldri, ið ger eitt megnar arbeiði, sum gagnar børnum og ungdómi –
okkara framtíð. Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira
sjónligur í Havn.