«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Ljósið eigur føroymeistaran hjá piltum í FM-yngri 2016

So er FM-yngri farið afturum, og sigast kann, at kappingin gekk væl hjá Ljósinum. 16. apríl var kappast í øllum amboðum, og heiðursmerki vóru handaði til nr. 1, 2, og 3 samanlagt í øllum amboðum, tvs. at FM vinnari fyri pinkur, piltar, smágentur og smádreingir skuldi finnast. Vit kunnu fegnast um, at Bjarki Johannessen er føroyameistari hjá piltum. Hann megnaði at vinna kappingina samanlagt. Hjartaliga tillukku við tí, Bjarki :0) 

Seinna dagin vóru tað 10 íðkarir, sum vóru innan fyri topp 6 í einstøku amboðunum fyrradagin, ið sostatt skuldu kappast aftur. Ljósið-íðkararnir megnaðu at fáa 4 gull, 3 silvur og 5 bronsu. Síðani í fjør hava dreingirnir tikið seg serliga nógv fram og eisini nýggju fimleikararnir eru komnir væl eftir tí. 

Hjartaliga til lukku, okkara dugnaligu børn. Vit í felagnum eru errin av tykkum :0) Og stóra tøkk til tykkum øll, ið hava hjálpt til at baka køkur, staðið í kaffisølu, selt atgongumerkir, rokna og rudda amboð. Túsund takk fyri tað. 

ÚRSLIT FYRRA DAGIN::

Hóast Rókur kláraði seg væl, so var tað ikki nokk til heiðursmerki, og samanlagt fekk hann eitt 6. pláss, ið eisini er sera flott. Tillukku Rókur smile emoticon

Báðir piltarnir hjá okkum komu víðari til amboðskappingina seinna dagin í hesum amboðum, tvs. at teir vóru innan fyri topp 6: 


Gólv: Bjarki
P.barr: Rókur og Bjarki
Ringar: Bjarki
Beinsveiggj: Rókur og Bjarki (deildu 1. plássið)
Reck: Bjarki

Hóast eingin av smádreingjunum hjá okkum fingu heiðursmerki fyrra dagin, so kunnu vit fegnast um, at Torleivur fekk eitt 4. pláss samanlagt. Hjartaliga tillukku við tí. smile emoticon

Allir fýra smádreingirnir vóru innan fyri topp 6 í einstøkum amboðum, so kappast allir seinna dagin:


Gólv: Torleivur 
Lop: Teitur og Torleivur 
Ringar: Andrias og Torleivur 
Beinsveiggj: Torleivur
Reck: Dánjal og Torleivur


Pinkurnar megnaðu tíverri ikki at fáa nakað heiðursmerki fyrra dagin, men Silja bleiv nr. 3 á gólv, og kappaðist tí seinna dagin. Tillukku við tí, Silja.

Hóast smágentur ikki fingu nakað heiðursmerki samanlagt, so megnaði Anna Elisabeth at enda á einum 4. plássi samanlagt, Miriam á 7. og Katrina á 8. plássi. Tillukku við tí.

Allar smágenturnar vóru innan fyri topp 6 í einstøkum amboðum, og kappast tí aftur seinna dagin: 


Gólv: Anna Elisabeth og Miriam 
Bita: Anna Elisabeth
Lop: Katrina, Anna Elisabeth og Miriam
F.barr: Anna Elisabeth


ÚRSLIT SEINNA DAGIN:


Seinna dagin vóru tað 10 íðkarar hjá Ljósinum, sum vóru innan fyri topp 6 í einstøkum amboðum fyrra dagin, ið sostatt skuldu kappast aftur í dag.


Ljósið íðkararnar megnaðu at fáa tilsamans 5 bronsu, 3 silvur og 4 gull.


Hjá pinkum kappaðist Silja á gólv, har hon bleiv nr. 2 (deilt 2. pláss) og fekk silvurheiðursmerki.

Allar smágenturnar hjá okkum komu víðari frá í gjár. Miriam bleiv nr. 3 á gólv. Anna Elisabeth nr. 2 í gólv og nr. 3 í lop.


Hjá smádreingjum bleiv Dánjal nr. 3 í reck og fekk harvið bronsuheiðursmerki.

Hjá piltunum gekk tað sera gott hjá Róki og Bjarka. Rókur skuldi kappast í beinsveiggj og í parallel barr. Har bleiv hann nr. 2 í beinsveiggj og nr. 1 í parallel barr, har hann fekk sítt fyrsta gullheiðursmerki. 

Bjarki skuldi kappast á gólv, parallel barr, beinsveiggj, ringum og í reck. Bjarki bleiv nr. 3 á gólv og parallel barr, og hann bleiv nr. 1 í beinsveiggj, ringum og í reck og fekk harvið gullheiðursmerki í teimum amboðunum.


Hjartaliga tillukku allir okkara dugnaligu íðkarar. Vit í felagnum er so stolt av tykkum øllum.


Og stóra tøkk til tykkum øll, ið hava hjálpt til at baka køkur, staði í kaffisøluni, selt atgongumerkir, rokna og rudda amboð osfr.

Túsund takk fyri tað.