«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Liðkapping og góðkenning í amboðsfimleiki 17. novembur

Leygardagin 17. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.


Tey, ið skulu kappast eru piltar, smádreingir, dreingir, mansungligar og menn á mannfólkasíðuni. Á kvinnusíðuni kappast U11 gentur, U14 gentur og FIG kvinnur.

 

Góðkenning er fyri stig 1, 2 og 3 (gentur) og kappingfyrireiking fyri piltar yngri enn 9 ár. Hesir íðkarar kappast ikki, tó fáa allir íðkarar diplom fyri luttøku og góðkent stig.

 

Skráin er hendan:

Kl. 09.00: Liðkapping fyri kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Kl. 12.30: Liðkapping fyri U11 gentur, U14 gentur, piltar og smádreingir

Kl. 15.00: Góðkenning fyri stig 1-2-3 og kappingarfyrireiking fyri piltar

 

Fimleikasambandið fer at stroyma kappingina, leinkja til stroymingina er her

 

Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu leygardagin.