«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið. Á myndini: Torleivur Christiansen.

Liðkapping og góðkenning í amboðsfimleiki 18. novembur


Leygardagin 18. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.


Tey, ið skulu kappast eru smádreingir, dreingir, mansungligar og menn á mannfólkasíðuni. Á kvinnusíðuni kappast stig 4 og 5, umframt gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

 

Umframt liðkapping, er góðkenning fyri stig 1, 2 og 3 (gentur) og fyri piltarnar. Tað er ikki nøkur kapping fyri hesar íðkararnar, men teir fáa allir diplom fyri luttøku og góðkent stig.

 

Skráin er hendan:

Kl. 09.00: Liðkapping fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Kl. 12.30: Liðkapping fyri stig 4, stig 5 og smádreingir

Kl. 15.00: Góðkenning fyri stig 1, 2, 3 og piltar


Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu leygardagin.