«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Kvinnuliðið Hydra - Fimleikafelagið Ljósið

Kvinnuliðið Hydra bestar í danska kongaríkinum


Í hesum døgum er kvinnuliðið Hydra hjá Ljósinum í Finnlandi, har tær hava luttikið í HM í estetiskum fimleiki. Hetta var síðsta kapping hjá teimum hetta fimleikaárið, og endaði tað við sera góðum úrsiti.

 

Í oktobur í fjør fingu íðkararnir á kvinnuliðnum Hydra boð um, at Antton Laine fór at koma til Føroyar og gera íðkanina til teirra, og hetta vóru tær sera spentar til, tí tær hava ikki fingið keypt íðkan uttanlands frá fyrr. Annað kann ikki sigast, at hann hevur gjørt teimum eina ómetaliga góða íðkan, ið hóskar sera væl til tær. Við Eyð Strøm á odda, hava hesar ungu kvinnur ment seg sera nógv í gjøgnum veturin og standa nú sum FM vinnarar og sum besta kvinnulið í estetiskum fimleiki í danska kongaríkinum.

 

Kvinnuliðið Hydra hevur luttikið í øllum kappingum her heima, umframt at tær vóru í Italia fyrst í apríl, í Danmark til Easter Cup á páskum og nú til HM í Finnlandi. Til Easter Cup á páskum, megnaðu tær at blíva bestar í kvinnubólkinum í danska kongaríkinum. Annað kann ikki sigast, at kvinnuliðið Hydra hava havt góð avrik til allar kappingarnar í ár, bæði heima og úti, har tær hava tikið seg fram til hvørja kapping.


Tá tær komu heim aftur úr Danmark, fóru tær beint at venja til FM, sum tær ætlaðu sær at vinna. Og tað gjørdu tær eisini. Tær vóru nr. 1 til innleiðandi við 15,97 stigum, og til finaluna fingu tær 16,19 stig, sum er tað besta tær hava fingið til heimligu kappingarnar. Hetta tryggjaði kvinnuliðnum Hydra eisini FM heiti í estetiskum fimleiki í 2017.

 

Hesar ungu kvinnur er ágrýtnar, elska at gera fimleik og arbeiða hart fyri teimum góðu úrslitunum, sum tær fingu bæði til FM og aftur nú til HM í Finnlandi, og sigast kann ikki annað enn at støðið hjá teimum er sera høgt.

 

Fyri framførsluna til HM fingu tær 15,30 stig, og er hetta besta føroyska úrslitið í nýggjari tíð. Bæði íðkararnir og venjarin, Eyð Strøm, eru ótrúðliga glaðar fyri úrslitið. Framførslan hjá teimum gekk sera væl, og tær fingu sera góð skotsmál frá finnum og øðrum luttakandi. Frá kappingini í Italia, tá fingu tær 13,9 stig, er hetta ein framúrskarandi framgongd.

 

Leggjast kann afturat, at Eyð Strøm hevur játtað at vera venjari hjá kvinnuliðnum Hydra hjá Ljósinum komandi fimleikaár, og tað eru bæði íðkararnir, venjarin og Ljósið sera glað fyri.

 

Hesar ungu kvinnur kunnu bara mennast meira, og fyri tær stendur eitt sera spennandi og mennandi ár fyri framman. Á liðnum eru, Jóhanna Brimsvík, Hildur Sundberg, Eliasen, Guðrun Tórsdóttir, Marjun Nicodemussen, Jóhanna Óladóttir Joensen, Kristina Thomsen, Eydna í Soylu, Lea Áradóttir Rasmussen, Íðunn Rúnadóttir og Jórun Maria Anthoniussen

 

Ljósið ynskir kvinnuliðnum Hydra og Eyð Strøm, venjaranum, hjartaliga tillukku við teimum góðu úrslitunum hetta fimleikaárið og góða eydnu komandi fimleikaár. Kvinnuliðið Hydra verður aftur í Føroyum mánadagin.

 

Fimleikafelagið Ljósið