«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

HM 2015 - unglingar og kvinnur eta morgunmat í Kirkjubø

So eru unglingarnir og kvinnurnar hjá Ljósinum sendar avstað til HM eftir morgunmat og hugsavnan í mentunnarmiðdepli Føroya, Kirkjubø :0), hjá nýggju forkvinnuni í Ljósinum Anniku W. Joensen. Mennirnir í húsinum vóru farnir avstað í skundi at náa eina grind í Miðvági, tá liðini komu til bygdina. Tað regnaði og var heldur grátt, men tá tær vakrar og spentar fóru við bussinum í Fimi sendi sólin hitandi og kveikjandi strálir eftir teimum. Vit ynskja teimum allarbestu eydnu og fegnast um, at vit hava heili tvey lið til hetta megnarátakið, sum HM er. Takk til øll, sum hava stuðlað okkara íðnu unglingum og kvinnum :0). Vit spýta eftir teimum :0)