«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Mynd frá B-liðkapping í nov. 2015

FM liðkappingar í amboðsfimleiki 19. og 20. novembur

 

Um vikuskifti verður FM fyri lið í amboðsfimleiki í Fimi. Ljósið hevur 9 lið sum fara at kappast, íalt 36 íðkarir.


Ljósið hevur eitt lið í hvørjum bólki hjá pinkum, piltum, smágentum, smádreingjum og gentum og tvey lið í hvørjum bólki í pinkum B og kvinnuunglingum. Umframt hetta hava vit ein drong og ein mansungling, sum fara at íðka sum gestaíðkarar. 


Skráin fyri liðkappingarnar er;


Leygardagin 19/11:

Kl. 9.00: Liðkapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur og menn

Kl. 12.00: Liðkapping fyri gentur, dreingir, mansunglingar

Kl. 15.00: Liðkapping fyri B-bólkar


Sunnudagin 20/11:


Kl. 13.00: Liðkapping fyri pinkur, piltar, smágentur og smádreingir


Vit ynskja øllum góða eydnu.