«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið, yngri íðkarar í amboðsfimleiki

FM fyri piltar, góðkenningadagur og kappingarfyrireiking 5. mai

Leygardagin 5. mai verður góðkeningardagur fyri gentur (stig 1-3), kappingarfyrireiking og FM fyri piltar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.

 

Ljósið hevur 22 íðkarar íalt í stig 1-3 og piltum, sum luttaka leygardagin.

 

Íðkararnir gera øll 4 amboðini hjá gentum og øll 6 hjá dreingjum.

 

Fyri piltarnir verður all-around og FM í hvørjum amboð sær í einum, tvs at teir íðka einaferð á hvørjum amboði, og so verður all-around vinnari kosin eftir hetta og FM í hvørjum amboði.

 

Piltar, sum eru 9 ár og eldri, kappast all-around (øll 6 amboðini), stigini verða síðan tald saman og ein vinnari kosin.

Samstundis sum all-around kappingin er, kappast piltarnir eisini í hvørjum amboði sær. Tann sum fær hægst stigatal í hvørjum amboði sær, verður FM vinnari í einum amboði.

 

Skráin, leygardagin 5. mai:


Kl. 09.00 - 09.50: Felags upphiting fyri stig 1-3, piltar og kappingarfyrireiking

Kl 10.00: Góðkenningardagur stig 1-3, kappingarfyrireiking og FM fyri piltar

 

Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu leygardagin.