«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Pinkurnar, ið vóru til B-kapping 23/4:


Anja Johansen, Elsa Katrina Gisladóttir, Sandra Kimsdóttir, Meta av Fløtum og Hanna Bjartalíð.

B-kapping - úrslit frá amboðskapping 23. apríl


Í dag hevur aftur kapping verið í Bylgjuni í Runavík, har kappast var í einstøkum amboðum. Ljósið hevði 4 pinkur og 4 piltar við í kappingini.

 

Sum heild kann sigast, at íðkararnir í Ljósinum kláraðu seg væl, tí hetta var fyrsta kapping hjá nøkrum av íðkarunum.

 

Úrslitini vórðu hesi:

Á gólv hjá pinkum bleiv Elsa Katrina Gisladóttir nr. 3. Í lop bleiv Anja Johansen bleiv nr. 2 og Sandra Kimsdóttir nr. 3 og Elsa Katrina bleiv nr. 4. Á bitanum bleiv Sandra nr. 3.

 

Á gólv hjá piltum bleiv Matheu Garcia nr. 2, Hørður Herason nr. 4 og Liam Garcia nr. 5, og í  paralell barr bleiv Vilhelm Johannesen nr. 3. Í beinsveiggj bleiv Matheu nr. 4, í lop bleiv Liam nr. 4 og Hørður nr. 6. Í ringum bleiv Liam nr. 4, og hann bleiv eisini nr. 6 í rekk.

 

Ljósið ynskir øllum íðkarum tillukku við heiðursmerkjunum í dag. 


Úrslit_B kapp_leygardag 220417.xlsx  

Úrslit_B kapp_sunnudag 230417.xlsx