«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Á myndini eru piltarnir, ið luttøku í B-kappingini:

Hørður Herason, Vilhelm Johannesen, Matehu Garcia, Liam Garcia og Rókur Hentze.

B-kapping – úrslit frá í dag, 22. apríl

Í dag hevur B-kapping verið í Bylgjuni í Runavík. Ljósið hevði 8 pinkur og 5 piltar við til kappingina í dag. 22 íðkarar vóru tilsamans hjá pinkum og 19 íðkarar hjá piltum.  

 

Í dag skuldi ein vinnari finnast samanlagt, og í morgin verður kappast í einstøkum amboðum, har seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboði í dag komu víðari til kappingina í morgin.  

 

Vinnari av B-kappingini hjá pinkum:

1. Jenny Thune, Støkk, 37 stig

2. Karla Sjóstein, KF, 36,31 stig

3. Teresa Jacobsen, Støkk, 35,33 stig

 

Vinnari av B-kappingini hjá piltum:

1. Jens Eli Høj, Støkk, 75,52 stig

2. Pauli Richardson, Støkk, 75,32 stig

3. Jøkil við Stein, Støkk, 72,74 stig

 

Ljósið ynskir øllum íðkarum tillukku við heiðursmerkjunum.

 

Ljósið megnaði ikki at fáa nakað heiðurmerki samanlagt, men sigast kann, at Ljósið kláraði seg avbera væl í dag hóast alt. Hjá pinkunum bleiv Anja undir Kletti Johansen nr. 6 samanlagt, hjá piltum bleiv Matheu Garcia nr. 4, Liam Garcia nr. 5.

 

Ljósið hevur fleiri íðkarar, ið skulu kappast í einstøkum amboðum í morgin, og vit eru sera spent at vita, hvussu tað fer at ganga. Íðkararnir hjá Ljósinum, ið skulu kappast í morgin, 23. apríl eru:

 

Pinkur (talið í parantes, er nummarið, ið íðkarin bleiv í dag 22/4)

Gólv: Elsa Katrina Gisladóttir (2)

Biti: Sandra Kimsdóttir (5)

F.barr: Anja undir Kletti Johansen (5)

Lop: Hanna Bjartalíð (2), Sandra Kimsdóttir (3), Anja undir Kletti Johansen (4), Elsa Katrina Gisladóttir (6)

 

Piltar (talið í parantes, er nummarið, ið íðkarin bleiv í dag 22/4)

Gólv: Matheu Garcia (1), Liam Garcia (5), Hørður Herason (6)

P.barr: Vilhelm Johannesen (3)

Rekk: Liam Garcia (5)

Beinsveiggj: Matheu Garcia (3)

Ringar: Liam Garcia (6)

Lop: Hørður Herason (5), Liam Garcia (6)

 

Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu við kappingini í morgin.