«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Myndin er frá lið-kappingini í november 2015

B-kapping í amboð verður 2-3 apríl 2016 í Bylgjuni í Runavík

Ljósið luttekur við einum pilti og 6 pinkum, sum eru sera spent at sleppa at kappast.

B-kappingin er fyri piltar og pinkur á støði 1 (level 1) og fyri teimum, sum ikki enn hava kappast í hesum fimleikaári. Kappast verður í øllum amboðum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.

Fyrra dagin verður tað tann, sum er best/ur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir í hvørjum amboðið sær sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í B-kappingini í hvørjum amboði sær.

Tey, ið koma víðari frá kappingini fyrra dagin, møta aftur til kappingina seinna dagin.

Tað er Klaksvíkar Fimleikafelag skipar fyri B-kappingini hesu ferð.


Skrá fyri leygardagin tann. 02.apríl (broytingar kunnu koma fyri)

Kl. 11.50 – 12.50 Felags upphiting fyri fimleikarar til B-kappingina

Kl. 13.00 B-kapping


Skrá fyri sunnudagin tann. 03.apríl (broytingar kunnu koma fyri)

Kl. 12.20 – 13.20 Felags upphiting fyri fimleikarar, ið hava kvalifiserað seg til amboðskappingina í B-kappingini 

Kl. 13.30 Amboðskapping fyri B-bólkin