
Árligu fimleikaframsýningar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum
Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum vera týsdagin 28/3 kl. 18.00 í Fimi og leygardagin 1. apríl kl. 14.00 í Høllini á Hálsi.
Íalt fara uml. 450 íðkarar at sýna fram,
hvat tey hava lært ígjøgnum veturin. Fimleikafelagið Ljósið hevur breiddarlið
undir skúlaaldur og í skúlaaldri í amboð og rútmu/estetiskum fimleiki, TeamGym
og Parkour lið, umframt at kappingarliðini í amboð og estetiskum, ið fara at
sýna fram.
Til framsýningarnar verður dentur lagdur
á, at liðini sum sýna fram til hvørja framsýning kunnu vísa áskoðarunum
fjølbroytni, og hetta verður gjørt við at hava lið úr amboð, rútmu, estetiskum,
dansi o.ø til hvørja av sýningunum.
Týsdagin 28. mars eru tað amboðsliðini
frá skúlaaldri og upp eftir, ið fara at sýna fram, umframt at kappinginarliðini
í estetiskum fimleiki og dansilið at framføra.
Leygardagin 1. apríl eru tað lið undir
skúlaalduri í amboð og rútmu, rútmu/estetisk lið og dansilið frá skúlaaldi og
uppeftir, umframt kappingarliðini. Eisini verður eitt gestalið úr Nólsoy við
til framsýningina í Høllini á Hálsi.
Kostnaður til framsýningarnar:
Vaksin, 14 ár og eldri: kr. 100,-
Børn, 7-13 ár: kr. 50,-
Børn 0-6 ár: ókeypis
GG!
Gjaldast má við reiðum peningi til framsýningarnar.