«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Kvinnuliðið Hydra saman við koreografinum, Antton Laine.

Antton Laine gjørt seriu til kvinnuliðið Hydra


Í farnu viku var heimskendi koreografurin, Antton Laine, og vitjaði kvinnuliðið Hydra hjá Ljósinum. Eins og í fjør, so hevur Ljósið keypt íðkan til kvinnuliðið Hydra, og arbeitt hevur verið nógv við íðkanini seinastu dagarnar.

Í fjør, tá kvinnuliðið Hydra var til kappingar uttanlands, høvdu tær møguleika at venja saman við Antton áðrenn kappingarnar, og samstarvið millum hann, íðkararnar og venjaran, Eyð Strøm, er sera gott.

Antton dugir sera væl at finna of síggja støðið hjá kvinnunum, og hetta sóðu vit í fjør, tí íðkanin var tekniskt góð til støðið hjá íðkarunum.

Aftur í ár hevur Antton givið kvinnunum eina íðkan, ið hóskar sera væl til støði hjá teimum. Venjarin, Eyð Strøm, er sera væl nøgd við íðkanina, og hon gleðir seg at arbeiða víðari við kvinunum teir næstu mánaðirnar, so tekisku, listarligu og framførslu krøvini koma at sita so gott sum gjørligt til 1. steypakapping, ið veðrur tann 27. januar 2018 í Høllini á Hálsi.

Sigast kann um íðkararnar á kvinnuliðnum Hydra, at tær eru ágrýtnar og arbeiða hart fram ímóti teimum góðu úrslitunum, og tað vísti tær við teirra framúr góðu úrslitum í fjør, at tær vinnu FM og vórðu besta kvinnulið í kongaríkinum. Fimleikafelagið Ljósið og venjarin, Eyð Strøm, ivast ikki eina løtu í, at kvinnurnar fara eisini at arbeiða sera hart fyri teimum góðu úrslitunum í ár. Tær hava ment seg ómetaliga nógv, og tað ger, at til ber at gera eina íðkan, har støðið hjá teimum verður avbjóðað, og tað er júst í hesum partinum, at tann størsta menningin fer fram.

Tær sum manna kvinnuliðið Hydra í ár eru: Jóhanna Brimsvík, Hildur Sundberg Eliasen, Guðrun Tórsdóttir, Marjun Nicodemussen, Jóhanna Óladóttir Joensen, Kristina Thomsen og Eydna í Soylu. Venjari er Eyð Strøm.

Vit í Fimleikafelagnum Ljósinum ynskja kvinnuliðnum Hydra og venjaranum alt tað besta og gleða okkum at síggja tær til 1. steypakapping í januar 2018.

Fimleikafelagið Ljósið


Høvuðsstuðul hjá Ljósinum er:
Suðuroyar Sparikassi