«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið. Á myndini eru dreingir, smádreingir og gentur í stig 4, sum vunnu gull.

3 gull og 1 silvur til FM fyri lið


Ljósið luttók í fýra liðkappingum í dag í Bylgjuni í Runavík. Ljósið luttók hjá dreingjum, kvinnum, smádreingjum og gentum stig 4, har Ljósið vann gull í trimum av hesum, gull hjá dreingjum, smádreingjum og hjá gentum í level 4, og kvinnurnar fingu silvur.

Allir íðkararnir høvdu sera góðar framførslur og fingu góð úrslit. Hjá kvinnunum vóru 3 lið við, hjá dreingjum 2 lið, hjá smádreingjum 4 lið og hjá gentum í stig 4, vóru 4 lið við.  

Eisini var góðkenning fyri gentur í stig 1, 2, og 3, piltarnir vóru við, fyri at venja seg við kapping, og teir fingu diplom fyri luttøku.

Genturnar kunnu fáa stig góðkent og harvið flyta upp til eitt hægri stig. Fyri at koma víðari í stig, skal íðkarin hava klárað 75% av 40 stigum. Genturnar fáa at vita, um tær eru fluttar upp stig, tá feløgini hava fingið úrslitini frá FFS.

Ljósið vil ynskja øllum Ljósið íðkarum og venjarum hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum í dag.