«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

2. steypakapping í amboðsfimleiki

 

Leygardagin 25. februar verður 2. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi. Ljósið hevur 38 íðkarar íalt, ið fara at kappast.

Til hesa steypakappingina fara íðkarar á kvinnu/-gentusíðuni at kappast á gólv og bita, og íðkararnir á mannfólk-/dreingjasíðuni fara at kappast í lop, ringum og beinsveiggj.


Skráin til 2. steypakapping leygardagin 25. februar

Kl. 08.00 - 09.00: Upphiting fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn

Kl. 09.00 - 11.30: 2. steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn

 

Kl: 11.00 - 12.00: Upphiting fyri piltar, pinkur level 1 og 2 og pinkur level 3 og 4

Kl. 12.00 - 14.30: 2. steypakapping fyri piltar, pinkur level 1 og 2 og pinkur level 3 og 4

 

Kl. 14.00 – 15.00: Upphiting fyri smágentir, gentir og smádreingir

Kl. 15.00 – 17.30: 2. steypakapping fyri smágentir, gentir og smádreingir

 

Vit ynskja øllum íðkarum góða eydnu til kappingina.