«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

2. steypakapping í amboðsfimleiki - úrslit

Um vikuskifti var 2. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi. Kappast var í bita og gólv á kvinnusíðuni og lop, beinsveiggj og ringum á mannfólkasíðuni.


Ljósið hevði 38 íðkarar sum kappaðust, og fleiri teirra fingu heiðursmerkir. Ljósið fekk 8 gull, 6 silvur og 4 bronsu til 2. steypakapping, og var Ljósið næstmest vinnandi felag til hesa kappingina. 


Dreingjasíðan hjá Ljósinum í kappingarfimleiki í amboð er ikki stór, og tí kunnu vit fegnast um, at flestu dreingjaíðkararnir fingu heiðursmerkir hesa ferð, sum var sera gleðiligt at síggja.


Hjá piltum bleiv Bjarki Johannesen  nr. 1 í beinsveiggj, ringum og í lop, og William N. Djurhuus bleiv nr. 3 í beinsveiggj.


Hjá smádreingjum komu trý heiðursmerkir í hús. Teitur í Hjøllum bleiv nr. 2 í ringum, Rókur Vestergaard nr. 1 og Dánjal Joensen nr. 2 í beinsveiggj.

Ein drongur og ein mansunglingur kappaðust eisini, og Torleivur Christiansen bleiv nr. 2 í ringum og nr. 1 beinsveiggj. Heini Johannesen bleiv nr. 2 í ringum og beinsveiggj.


Á gólv hjá pinkum í level 1 og 2 bleiv Ingeborg-Lilja Gaard nr. 2 og Lý Gray Djurhuus nr. 3. Hetta var aðru ferð Hanna Bjartalíð kappaðist í bita, og megnaði hon ikki at fáa heiðursmerki, men endaði á einum 5. plássi í bita við einum sera flottum avriki.

Hjá pinkum í level 3 og 4 bleiv Ronja Johannesen nr. 3 og Rannvá Johansen nr. 4 á bitanum.


Hjá smágentum bleiv Anna Elisabeth H. Weyhe nr. 1 á gólv. Hjá gentum var ein íðkari hjá Ljósinum, hóast einki heiðursmerki, so megnaði Kristfríð Jacobsen at blíva nr. 4 á bitanum.


Hjá kvinnuunglingum bleiv Christina Arge nr. 1 og Anna Paula Garðshorn nr. 2 á gólv. Christina bleiv eisini nr. 1 á bita og Bára Hansen bleiv nr. 3. Á bitanum blivu Marin Olsen og Anna Paula Garðshorn ávikavist nr. 4 og 5.


Fleiri av kappingum vóru sera javnar í stigum, har tað bert vóru desimalir á muni. Amboðsíðkararnir mennast allatíð, og tað verður spennandi at síggja teir til FM kappingarnar, sum vera í apríl/mai.


Vit ynskja øllum íðkarum tillukku við úrslitunum og flottu avrikunum.


Úrslit frá 1-3:

Pinkur level 1 og 2, gólv:

Nr. 1 Laila Hansen, Støkk, 10,87
Nr.
2 Ingeborg-Lilja Gaard, Ljósið, 10,67
Nr. 3 Lý Gray Djurhuus, Ljósið, 10,53
Nr. 3
Heidi Sørensen, Støkk, 10,53

Pinkur level 1 og 2, biti:
Nr. 1 Eydna Gaard, KF, 11,1

Nr. 2
Birita Mohr, KF, 9,95
Nr. 3
Hanna Thomasen, KF, 9,8

Pinkur level 3 og 4, gólv:

Nr. 1 Lív Isfeld, HF, 14,43

Nr. 2 Alda Petersen, Støkk, 13,83
Nr. 3
Helga Mikkelsen, Støkk, 12,63

Pinkur level 3 og 4, biti:

Nr. 1 Alda Petersen, Støkk, 12,5

Nr. 2 Lív Isfeld, HF, 12,2

Nr. 3 Ronja Johannesen, Ljósið, 11,3


Piltar, lop:

Nr. 1 Bjarki Johannsen, Ljósið, 16,95

Nr. 2 John Joensen, Støkk, 16,6
Nr. 3
Pauli Richardsson, Støkk, 16,45

Piltar, ringar:

Nr. 1 Bjarki Johannsen, Ljósið, 18,13
Nr. 2
John Joensen, Støkk, 13,3
Nr. 3
Knút Knudsen, HF, 13,3

Piltar, beinsveiggj:

Nr. 1 Bjarki Johannsen, Ljósið, 16,15
Nr. 2
Knút Knudsen, HF, 12,15
Nr. 3
William N. Djurhuus, Ljósið, 11,9

Smágentur, biti:
Nr. 1 Rósa Jacobsen, Støkk,  13,23
Nr. 2
Sólja Fei Müller, HF, 12,77
Nr. 3
Sara Høj, Støkk, 12,67

Smágentur, gólv:

Nr. 1 Anna Elisabeth Weyhe, Ljósið, 14,85
Nr. 2
Anna Katrina Mikkelsen, Støkk, 14,5
Nr. 3
Gunnvá Mørkøre, HF, 14,15

Smádreingir, lop:

Nr. 1 Silas Gaard, KF, 18,15

Nr. 2 Marjus Nón, Støkk, 16,45
Nr. 3 Bogi Olsen, Støkk, 16,4

Smádreingir, ringar:

Nr. 1 Búi Pætursson, HF, 17,8

Nr. 2 Teitur í Hjøllum, Ljósið, 17,3

Nr. 3 Silas Gaard, KF, 16,3


Smádreingir, beinsveiggj:

Nr. 1 Rókur Vestergaard, Ljósið, 15,63
Nr. 2 Dánjal Joensen, Ljósið 12,63
Nr. 3 Búi Pætursson, HF, 12,53

Gentur, biti:

Nr. 1 Rebekka Ingadóttir, HF, 15,57

Nr. 2 Astrið Breckmann, HF, 14,73
Nr. 3
Maria Høj, Støkk, 13,1

Gentur, gólv:

Nr. 1 Astrið Breckmann, HF, 16,85

Nr. 2 Rebekka Ingadóttir, HF, 16,2

Nr. 3 Victoria Ottarsdóttir, HF, 14,8


Dreingir, lop:

Nr. 1 Fríði Langgard, Støkk, 11,4
Nr. 2
Jónas á Bergi, KF, 11,234
Nr. 3
Eyðun Andreassen, HF, 10,9

Dreingir, ringar:
Nr. 1 Eyðun Andreassen, HF, 11,2
Nr. 2
Torleivur Christiansen, Ljósið, 10,377
Nr. 3
Martin Óli Arge, Støkk, 3,4

Dreingir, beinsveiggj:
Nr. 1 Torleivur Christiansen, Ljósið, 3,467
Nr. 2 Eyðun Andreassen, HF, 1,634


Kvinnuunglingar, biti:

Nr. 1 Christina Arge, Ljósið, 10,4
Nr. 2
Kaspara Danielsen, HF, 14,73
Nr. 3
Bára Hansen, Ljósið, 9,6

Kvinnuunglingar, gólv:

Nr. 1 Christina Arge, Ljósið, 10,4
Nr. 2
Anna Paula Garðshorn, Ljósið, 10,05
Nr. 3
Marý Petersen, Støkk, 9,7

Kvinnur, gólv:

Nr. 1 Elsbet Dalbø, HF, 11,3
Nr. 2 Marta Nielsen, Støkk, 11,0

Kvinnur, biti:

Nr. 1 Elsbet Dalbø, HF, 11,35
Nr. 2
Marta Nielsen, Støkk, 10,75
Nr. 3
Lív B. Árting, HF, 8,85

Mansunglingar, lop:

Nr. 1 Óli Joensen, HF, 10,620
Nr. 2
Kristian Knudsen, HF, 10,550
Nr. 3
Hjálmar Dalsgarð, HF, 10,334

Mansunglingar, ringar:

Nr. 1 Kristian Knudsen, HF, 10,367
Nr. 2
Heini Johannesen, Ljósið, 10,167
Nr. 3
Óli Joensen, HF, 4,5

Mansunglingar, beinsveiggj:

Nr. 1 Óli Joensen, HF, 4,334
Nr. 2
Heini Johannesen, Ljósið, 3,334
Nr. 3
Kristian Knudsen, HF, 2,3