«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Á myndini: Torleivur Christiansen

2. steypakapping í amboðsfimleiki 17. februar

 

Steypakappingin, sum skuldi vera Í Runavík um vikuskiftið, er flutt til Havnar og verður leygardagin 17. februar í Fimi. 

 

Bólkarnir, sum skulu kappast eru kvinnur, kvinnuunglingar, menn, mansunglingar, dreingir, smádreingir, piltar (9 ár og eldri) og gentur stig 4-7.

 

Á kvinnusíðuni verður kappast á gólv og á bita og á mannfólkasíðuni verður kappast í reck, parallel barr og í lop.

 

Góðkenningardagur verður fyri gentur á stig 1-3 og kappingarfyrireiking fyri piltar, sum eru yngri enn 9 ár. Til góðkenningardagin hjá stig 1-3 skulu íðkarar gera øll amboðini, lop, bita, gólv, forskotna barr, meðan íðkarar til kappingarfyrireiking (piltar) gera reck, parallel barr og lop.    

 

Skráin leygardagin er hendan:

 

2. steypakapping  leygardagin 17. februar

Kl. 08.00 – 08.50: Upphiting fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 09.00: 2. steypakapping fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn



Kl: 11.30 – 12.20: Upphiting fyri stig, 4, 5, 6 og 7, smádreingir og dreingir

Kl. 12.30: 2. steypakapping fyri stig, 4, 5, 6 og 7, smádreingir og dreingir

 

 

Kl: 15.00 – 15.50: Upphiting fyri piltar og stig 1, 2 og 3

Kl. 16.00: 2. steypakapping fyri piltar, kappingarfyrireiking fyri piltar og góðkenningardagur fyri stig 1, 2, og 3.


Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu.