«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Gentur Lyra til 2. steypakapping í 2017

1. steypakapping í estetiskum fimleiki


Leygardagin 27. januar verður 1. steypakapping í estetiskum fimleiki í nýggju høllini á Hálsi. Kappingin verður í tveimum umførum, har pinkur og smágentur fara á gólvið kl. 13.00 og gentur, kvinnuunglingar og kvinnur umleið kl. 15.30.

 

Ljósið luttekur við liðum í bólkunum hjá pinkum, smágentum, gentum og kvinnum.

 

Ljósið valdi fyrr í ár, at keypa seriur uttanlands frá, har keypt var frá heimskenda koreografinum

Antton Laine, umframt at Ljósið eisini keypti seriu frá Meri Trio. Maria Bjarnadóttir Jakobsen hevur gjørt seriuna hjá gentum við hjálp frá Meri Trio, Hildur Eliasen og Elin Michelsen hava latið pinkunum seriu.

 

Íðkarar og venjarar í Ljósinum hava vant nógv og miðvíst til 1. steypakapping. Spennandi verður at síggja í morgin, hvussu fer at eydnast hjá íðkarum og venjarum til 1. steypakapping.

 

Kringvarpið stroymar kappingina.


Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum íðkarum og venjarum góða eydnu til 1. steypakapping.