«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

1. steypakapping í amboðsfimleiki


Leygardagin 3. februar verður 1. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.

 

Steypakappingarnar eru skipaðar soleiðis, á kvinnusíðuni verður kappast í forskotnari barr og lop, og á mannfólkasíðuni verður kappast í beinsveiggj, gólv og ringum.  

 

Skráin til 1. steypakapping leygardagin 3. februar

Kl. 08.00 – 08.50: Upphiting fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 09.00 -: 1. steypakapping fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn


Kl: 11.30 – 12.20: Upphiting fyri stig, 4, 5, 6 og 7, smádreingir og dreingir

Kl. 12.30 -: 1. steypakapping fyri stig, 4, 5, 6 og 7, smádreingir og dreingir

 

Kl: 15.00 – 15.50: Upphiting fyri piltar

Kl. 16.00 -: 1. steypakapping og kappingarfyrireiking fyri piltar

 

Piltar, sum eru 9 ár ella eldri, kunnu fáa heiðursmerkir.

 

2. steypakapping verður í Bylgjuni í Runavík 17. februar.

 

Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu.