«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

1. steypakapping í amboðsfimleiki


Leygardagin og sunnudagin 4. og 5. februar vera steypakappingar í amboðsfimleiki inni í Bylgjuni í Runavík.

 

Ljósið hevur 36 íðkarar íalt, sum fara at kappast leygardagin og sunnudagin. Spennandi verður at síggja, hvussu íðkararnir fara at klára seg.

Steypakappingarnar eru skipaðar soleiðis, at á kvinnusíðuni verður kappast í forskotnari barr og lop og á mannfólkasíðuni verður kappast í parallel barr, gólv og rekk.


Skráin leygardagin og sunnudagin er hendan:


1. steypakapping (yngri) leygardagin 4. februar

Kl. 09.00 – 09.55: Upphitng fyri piltar, pinkur level 1 og 2 og pinkur level 3 og 4.

Kl. 10.00: 1. steypakapping fyri piltar, pinkur level 1 og 2 og pinkur level 3 og 4.


Kl: 13.30 – 14.25: Upphitng fyri smágentir, gentir og smádreingir

Kl. 14.30: 1. steypakapping fyri smágentir, gentir og smádreingir


1. steypakapping (eldri) sunnudagin 5. februar

Kl. 12.00 – 12.55: upphiting fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn.

Kl. 13.00: 1. steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansuunglingar og menn.