«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið

1. steypakapping í amboð - úrslit

Steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn var í dag inni í Bylgjuni í Runavík.


5 kvinnuunglingar, 1 drong og 1 mansunglingur hjá Ljósinum kappaðust í dag. Ljósið fekk fýra heiðursmerkir í dag.


Hjá kvinnuunglingum bleiv Christina Arge nr. 2 og Bára Hansen bleiv nr. 3 í lop yvir hest. Bára bleiv eisini nr. 2 í forskotnari barr. Kappingin í lop var tøtt, og nøkur stig vóru á muni í barr millum 1,2 og 3, men tað eru fá stig talan er um. Spennandi verður at síggja íðararnir til næstu kapping.


Hjá dreingjum bleiv Torleivur Christiansen nr. 1 í paralell barr. Hetta er fyrstu ferð hjá Torleivi, at hann hevur verið nr. 1 til kappingar.


Ljósið hevði ein mansungling við í paralellbarr, men tað bleiv ikki nakað heiðursmerki á hesum sinni, hóast avrikið var flott, og Heini S. Johannesen endaði á einum 4. plássi.


Sum heild kunnu vit siga, at nógv menning fer fram hjá øllum íðkarum, bæði hjá gentum og dreingjum, og tað er sera stuttligt at síggja tey til kappingar.


Vit ynskja øllum íðkarum tillukku við úrslitunum.


2. steypakapping verður 25. februar í Fimi.


Úrslit frá 1-5:

Kvinnuunglingar, f.barr:             

Nr. 1 Marý F. Petersen (Støkk) 9,06        

Nr. 2 Bára Hansen (Ljósið) 8,56 

Nr. 3 Kaspara Danielsen (HF) 7,83          

Nr. 4 Anna Paula Garðshorn (Ljósið) 6,96           

Nr. 3 Christina Arge (Ljósið) 5,33             

 

Kvinnuunglingar, lop:    

Nr. 1 Marý F. Petersen (Støkk) 12,2        

Nr. 2 Christina Arge (Ljósið) 11,95          

Nr. 3 Bára Hansen (Ljósið) 11,75             

Nr. 4 Kaspara Danielsen (HF) 11,685      

Nr. 5 Marin Olsen (Ljósið) 11,4               

 

Kvinnur, f.barr:

Nr. 1 Lív B. Árting (HF) 9,33

Nr. 2 Marta Nielsen (Støkk) 9,23             

Nr. 3 Elsbet Dalbø (HF) 9,03

 

Kvinnur, lop:     

Nr. 1 Lív B. Árting (HF) 11,8

Nr. 2 Elsbet Dalbø (HF) 11,295

Nr. 3 Marta Nielsen (Støkk) 10,445

 

Dreingir, gólv:

Nr. 1 Tóki J. Strøm (HF) 12,05    

Nr. 2 Martin Óli Arge (Støkk) 10,3           

Nr. 3 Fríði Langgard (Støkk) 10,15
Nr. 4 Jónas Langgard (HF) 10,5

Nr. 5 Torleivur Christiansen (Ljósið) 9,05

 

Dreingir, P.barr:

Nr. 1 Torleivur Christiansen (Ljósið) 4,75             

Nr. 2 Eyðun Andreasen (HF) 3,85


Mans unglingar, gólv:

Nr. 1 Hjálmar A. Dalsgarð (HF) 12,25     

Nr. 2 Kristian Knudsen (HF) 11,1             

 

Mansunglingar, P.barr:

Nr. 1 Kristian Knudsen (HF) 11               

Nr. 2 Hjálmar A. Dalsgarð (HF) 10,9

Nr. 3 Sverri L. Jacobsen (HF) 6,2
Nr. 4 Heini S. Johannesen (Ljósið) 3,45


Mans unglingar, rekk:

Nr. 1 Hjálmar A. Dalsgarð (HF) 10,3        

Nr. 2 Sverri L. Jacobsen (HF) 3,76

 

Menn, gólv:

Nr. 1 Christopher Klevang (HF) 13,2

Nr. 2 Aron Jacobsen (HF) 12,3

Nr. 3 Djóni Sakariasson (HF) 11,25


Menn, P.barr:

Nr. 1 Djóni Sakariasson (HF) 10,7
Nr. 2 Aron Jacobsen (HF) 10,45
Nr. 3 Christoåher Klevang (HF) 10,4


Menn, rekk:

Nr. 1 Aron Jacobsen (HF) 10,3   

Nr. 2 Djóni Sakariasson (HF) 5,3

Nr. 3 Christopher Klevang (HF) 5,15