«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið

1. Steypakapping í amboð – úrslit


Steypakapping fyri pinkur, piltar, smágentur, smádreingir og gentur var í dag inni í Bylgjuni í Runavík.


15 pinkur, 2 piltar, 4 smágentur, 3 smádreingir og 2 gentur hjá Ljósinum kappaðust í dag.


Sum heild kláraður íðkararnir seg væl, og tað sást, at íðkararnir hava ment seg nógv. Nøkur heiðursmerkir vóru eisini til Ljósið.


Hjá pinkum í level 1 og 2 kappaðust 29-30 pinkur íalt. Olivia Rajani bleiv nr. 1 í forskotnari barr og Vón Magnadóttir bleiv nr. 3. Í lop yvir heyst vóru pinkurnar akkurát ov stuttar til bronsuheiðursmerki, har bæði Olivia Rajani og Lý Gray Djurhuus deildu 5. plássi, bert 0,5 stig frá 3 plássinum.


Hjá pinkum í level 3 og 4 hevði Ljósið tríggjar pinkur, ið kappaðust. Støðið á kappingini í level 3 og 4 er á høgum støðið, og tíverri fingu tær ikki heiðusmerkir hesa ferð. Ronja Johannessen var tó bert 0,025 stig frá triðja plássinum í lop yvir hest.


Ljósið hevði tveir piltar við í dag, og teir kláraðu seg væl. Bjarki Johannessen bleiv, nr. 2 í rekk og paralell barr, og hann bleiv nr. 1 á gólv. William N. Djurhuus bleiv nr. 4 í bæði rekk og paralell barr.


Hjá smádreingjum eydnaðist tað tíverri ikki at fáa heiðursmerkir, men tað er sera gott at síggja, at hóast einki heiðursmerki, so er menningin stór og gongur við rúkandi ferð. Sum heild kunnu vit siga, at kappingin millum piltarnir og smádreingirnir er jøvn millum nógvar teirra, so spennandi verður at síggja teir til næstu steypakapping.


Hjá smágentum fekk Anna Elisabeth Weyhe bronsuheiðursmerki í lop yvir hest. Tveir Ljósið íðkarar, Sólja Poulsen og Elisa Jacobsen deildu 5. plássið. Í barr fekk Anna Elisabeth 4. pláss.


Hjá gentum kappaðust tveir íðkarar, og Miriam Christiansen megnaði at fáa bronsuheiðursmerki í forskotnari barr. Í lop deildi Miriam 4 plássið við ein annan íðkara.


Vit ynskja øllum íðkarum hjá Ljósinum, Støkk, KF og HF tillukku við úrslitunum.


Sí úrslit niðanfyri frá 1-5 hjá pinkum, piltum, smágentum, smádreingjum og gentum


Úrslit 1.pdf