«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Hydra og Lyra gull til 1. steypakapping

Lyra og Hydra fingu gull


Leygardagin 27. januar var 1. steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi. Kappingin var í tveimum umførum, har pinkur og smágentur kappaðust fyrst og síðan gentur, unglingar og kvinnur.


Ljósið hevði fýra lið við, hjá pinkum, smágentum, gentum og kvinnum. Lyra hjá gentum og Hydra hjá kvinnum megnaðu at vinna gull til 1. steypakapping. Libra hjá pinkum og Vela hjá smágentum fingu eitt fjórða pláss.

 

2. steypakapping verður í Runavík 11. mars. Tað verður spennandi at síggja, hvussu liðini hava ment seg til næstu kapping, nógv broyting fer fram hjá øllum liðum til 2. steypakapping.

 

Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum liðum hjartaliga tillukku við úrslitunum.


Allar framførslurnar frá 1. steypakapping síggjast her


Fleiri myndir síggjast her

 

Úrslitini til 1. steypakapping gjørdust hesi:

 

Pinkur

1. Støkk Svalan - 12,82 stig

2. HF Mira - 9,92 stig

3. HF Maia - 9,52 stig

4. Ljósið Libra - 7,62 stig

5. HF Milja - 7,57 stig

 

Smágentur

1. HF Fenja - 14,68 stig

2. Støkk Viólin - 13,97 stig

3. HF Bjalla - 13,62 stig

4. Ljósið Vela - 12,65 stig

5. Støkk Sóljan - 9,50 stig

 

Gentur

1. Ljósið Lyra - 14,68 stig

2. HF Freia - 14,05 stig

3. HF Nita - 13,47 stig

4. Støkk Flykran - 11,45 stig

 

Unglingar

1. HF Eina - 14,67 stig

2. Støkk Vípan - 13,28 stig

3. HF Nora - 12,08 stig

 

Kvinnur

1. Ljósið Hydra - 14,25 stig

2. HF Hulda - 12,85 stig