«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Lógir og viðtøkur



§ 1 Navn og bústaður
Navn felagsins er
Fimleikfelagið Ljósið. Heimstaðurin er Tórshavn. Felagið varð stovnað 21. oktobr 1975.

§ 2 Endamál
Mið felagsins er við fimleiki og møguliga øðrum ítrótti at styrkja og búgv likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt.

§ 3 Limaviðurskiftir
Øll kunnu gerast limir, og limirnir kunnu vera antin virkandi ella óvirkandi.

§ 4 Limagjald
Lima- og luttøkugjald verður ásett á ársaðalfundinum, og verður at gjalda við byrjanini av fimleikaárinnum.
 
§ 5 Starvsnevnd
Til at skipa fyri viðurskiftum felagsins, verður ein 5 manna nevnd vald, og skipar nevndin seg sjálv, við formanni, skrivara og kassameistara, afturat formanni, skrivara og kassameistara verða valdir 2 nevndarlimir, hetta er nevnd felagsins.
Nevndin førir gerðabók og bók yvir ognir felagsins, krevur inn allar inntøkur og eigur heimild til at gjalda allar neyðugu útreiðlsur.
Nevndin er viðtøkufør, tá 3/5 nevndarlimum eru møtt á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

§ 6 Ábyrgd starvsnevndarinar
Starvsnevndin hevur ábyrgd av allari leiðslu og øllum f´íggjarviðurskiftum felagsins.
Felagið verður bundið av undirskrift formansins saman við einum nevndarlimi ella av tveimum nevndarlimum.
Starvsnevndin hevir heimild til at seta arbeiðsbólkar, hjálparbólkar, ráðgevarar v.m., um nevndin metir tørvur er á tí.

§ 7 Grannskoðari og tiltakslimir
Samstundis við nevdnarvalinum skulu veljast 1 grannskoðari og 1 tiltaksmaður fyri hann og 2 tiltakslimir fyri nevndina.

§ 8 Aðalfundurin
Ársaðalfundurin verður hildin við byrjan av fimleikaárinum og hevur hægsta avgerðarrætt í øllum felagsmálum. Ársaðalfundurin skal boðast frá í minsta lagi 14 dagar frammanundan í einum av bløðunum, á heimasíðu felagsins.

Vanligt fleirtal er nóg mikið at avgera øll mál. Tá ið lógliga er boðað til aðalfundar, er hann avgerðarførur. Eingin limur kann greiða atkvøðu uttan sjálvur at koma á fund. Atkvøðurætt hava allir virkandi og óvirkandi limir í , sum hava fylt 15 ár fundardagin.

Aðalfundurin verður hildin í mai ella juni, tó í seinasta lagi 15. juni, við hesi skrá:
     1. Ársfrágreiðing (formansfrágreiðing)
     2. Kassameistarin leggur fram grannskoðanðan roknskap til góðkenningar av aðalfundinum
     3. Val av nevndarlimur og 2 tiltakslimum
     4. Val av grannskoðara og varagrannskoðara
     5. Innkomin mál
     6. Ymiskt

Stk. 1 Ársfrágreiðing og roknskapur
Á ársaðalfundinum greiðir formaðurin frá virkinum í tí lidna árinum, og kassameistarin leggur fram grannskoðan roknskap til játtanar.

Stk. 2 Nevdnarval, tiltakslimaval og grannskoðaraval
Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ára tíðarskeið. Nevndin verður vald soleiðis, at 2 nevdnarlimir fara frá annað hvørt ár og 3 annað hvørt. Afturval er loyvt.
Tiltakslimir verða valdir fyri 1 ára tíðarskeið. Afturval er loyvt.
Gransskoðari og tiltaksmaður fyri hann verða valdir fyri 1 ára tíðarskeið. Afturval er loyvt.

Stk. 3 Innkomin mál
Innkomin mál eru uppskot til viðgerðar, ið krevja atkvøðurgreiðslu, ið bert kunnu avgreiðast á aðalfundum, herundir lógarbroytingar og limagjald. Uppskot til viðgerðar mugu verða givin nevndini upp í hendi minst 10 dagar áðrenn fundin.
Onnur mál, spurningar/viðmerkingar v.m. hoyra punktið ymiskt.

Stk. 4 Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur kann boðast til, tá ið nevndin heldur, tað er neyðugt, ella tá ið minsta lagi 16 av teimum limum, ið hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slíkt krav má verða grundað og sendast nevdnini skrivliga.

§ 9 Roknskaparár
Roknskaparár felagsins er frá 1. mai til 30. apríl.


§ 10 Limur í sameining

Um so er, at felagið er limur í eini sameining av ítróttarfeløgunum, skulu limirnir verða skyldugir at geva seg undir ta lóg og tær ásetingar, sum sameiningin samtykkir fyri limir sínar. Felagið kann ikki skrivast sum limir av slíkari sameining uttan at aðalfundur hevur játtað.


§ 11 Lógarbroyting
Lógarbroyting kann bert fara fara fram á aðalfundi felagsins ella á eykaaðalfundi, við einum atkvøðumeirluta á minst 2/3 av stkvøðunum.

§ 12 Avtøka

Um so er, at felagið heldur uppat, skulu ognir tess ganga til frama fyri at menna ungdómin innan fimleik.


Fimleikafelagið Ljósið

 
Broytt 16. apríl 2000, seinast broytt 30. mai 2017