Venjing avlýst í tvær vikur

 



Fimleikafelagið Ljósið fylgir tilmælunum frá myndugleikunum
og hevur avgjørt at steðgað allari venjing frá í dag av (12/3) og komandi tvær
vikurnar.





Avgjørt er ikki enn, um árliga framsýningin 28. mars verður tá
ella útsett. 

Fimleikasambandið hevur boðað frá at 2. steypakapping í
estetiskum, sum skuldi vera 21. mars, er útsett, og somuleiðis er
góðkenningardagur/kappingarfyrireiking, sum skuldi vera 4. apríl, útsett.





Kunning um nær venjingar byrja aftur, framsýning, kappingar
v.m. kemur seinni. 

Vinarliga

Nevndin