TILMELDING TIL FIMLEIKA SUMMARSKÚLAN 29 JUNI - 2 JULI 2021


SUMMARSKÚLIN 2021


Nú er aftur tíð at tekna seg til summarskúlan hjá Ljósinum. 
29. juni – 2. juli fylla vit Fimi við børnum, sum sleppa at gera amboðsfimleik, estetiskan fimleik, crossfit, parkour, postarenning, spøl og hugna. 

Skúlin er fyri bæði roynd og óroynd.
Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (tey, sum fara í fyrsta flokk í ár eru vælkomin) og 4. og 6. flokkur. 
Byrjað verður kl. 09.30 um morgunin, og vit eru liðug kl. 13.30.
Kostnaðurin er kr. 600 fyri hvønn. 

Kom í summarskúla hjá Ljósinum og fá fimleik, spæl og nýggj vinarløg.

Tilmelding er her:
https://bit.ly/2Q83Knd