Team Hydra úr Ljósinum vann Easter Cup 2018


Kvinnuliðið Hydra úr Ljósinum gjørdi
bart og vann Easter Cup 2018 við 31,97 stigum samanlagt, innleiðandi fingu tær
15,87 og í finaluni í dag fingu tær 16,10. Nr. 2 bleiv Team Elina Elite (Dk) við
30,57 og nr. 3 gjørdist Team Bohemia (DK) við 27,22 stigum.



 



Í gentubólkinum luttók Lyra, og tær endaðu
á einum flottum 4. pláss við 31,05 stigum. Kappingin var sera tøtt, bert desimalar
vóru á muni ímillum nr. 2, 3 og 4. Kappingina vann Team Cyrene (Finland) við
32,67 stigum, nr. 2 gjørdist Team Verla Amber (Finland) við 31,30 stigum, nr. 3
bleiv Team Meea (Finland) við 31,11 stigum og Lyra úr Ljósinum nr. 4 við 31,05
stigum. Nita úr HF bleiv nr. 6 og Freia úr HF bleiv nr. 8 samanlagt.


Hjá unglingum luttók Nora úr HF og tær fingu
eitt flott 3. pláss við 29,90 stigum. Nr. 1 gjørdis Team Freyat (Finland) við
32,57 stigum og nr. 2 gjørdist Team Navona (DK) við 30,13 stigum.


Hjá smágentum luttóku trý føroysk lið úr ávikavist Ljósinum, HF og Støkk. Fenja úr HF bleiv nr. 6 við 28,08 stigum samanlagt, Viólin úr Støkk gjørdist nr. 7 við 27,85 stigum og Vela úr Ljósinum bleiv nr. 10 við 26,63 stigum samanlagt.




Hjartaliga tillukku allir venjarar og íðkarar við úrslitunum. 

Øll úrslitini frá Easter Cup síggjast her