Liðkapping og góðkenningardagur 17. novembur

Liðkapping og góðkenning í amboðsfimleiki 17. novembur





Leygardagin 17. novembur verður liðkapping í
amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.






Tey, ið skulu kappast eru piltar, smádreingir,
dreingir, mansungligar og menn á mannfólkasíðuni. Á kvinnusíðuni kappast U11
gentur, U14 gentur og FIG kvinnur.

 

Góðkenning er fyri stig 1, 2 og 3 (gentur) og kappingfyrireiking
fyri piltar yngri enn 9 ár. Hesir íðkarar kappast ikki, tó fáa allir íðkarar diplom
fyri luttøku og góðkent stig.



 



Skráin er hendan:



Kl. 09.00: Liðkapping fyri kvinnur, dreingir,
mansunglingar og menn.



Kl. 12.30: Liðkapping fyri U11 gentur, U14 gentur, piltar
og smádreingir



Kl. 15.00: Góðkenning fyri stig 1-2-3 og
kappingarfyrireiking fyri piltar



 



Fimleikasambandið fer at stroyma kappingina, leinkja
til stroymingina er her

 



Ljósið ynskir øllum íðkarum
góða eydnu leygardagin.