Hydra og Lyra hjá Ljósinum eru steypavinnarar 2018


Kvinnuliðið Hydra hjá Ljósinum gjørdist
í dag samlaði steypavinnarin 2018 hjá kvinnum. Tær vunnu fyrru steypakapping
við 14,25 stigum, og til steypakappingina í dag, sum tær eisini vunnu, fingu
tær 15,47 stig, og gjørdust harvið steypavinnarar hjá kvinnum við 29,72 stigum
samanlagt.



 



Kvinnurnar Hydra, við venjaranum Eyð
Strøm á odda, hava tikið seg sera nógv fram tey seinastu árini og hava víst
sera stór framstig og hava harvið fingið sera góð úrslit, bæði til kappingar
heima og uttanlands.



 



Gentuliðið Lyra bleiv somuleiðis
steypavinnari 2018 við 30,31 stigum samanlagt. Til fyrru steypakapping fingu
tær 14,68 stig, og í dag fingu tær 15,63 stig. Venjarar hjá teimum eru Maria B.
Jakobsen og Sólbjørg Juliansdóttir.



 



Smágenturnar Vela blivu nr. 4 í dag og
fingu eitt samanlagt 4. pláss til steypakappingina. Pinkurnar Libra blivu nr. 4
í dag, og fingu tær eisini eitt 4. pláss samanlagt.



 



Fimleikafelagið Ljósið ynskir kvinnuliðnum
Hydra og gentuliðnum Lyra og hinum steypavinnarunum hjartaliga til lukku.



 



Fimleikafelagið Ljósið



 



Úrslit frá 2. steypakapping og
steypavinnarar 2018



 



Steypavinnari hjá kvinnum gjørdist Hydra
hjá Ljósinum



Úrslit kvinnur 2. steypakapping



1. Ljósið Hydra – 15,47 stig (14,25)
samanlagt 29,72  



2. HF Hulda – 14,35 stig (12,85)
samanlagt 27,20



 



Steypavinnari hjá unglingum gjørdist Eina
hjá HF



Úrslit unglingar 2. steypakapping



1. HF Eina – 15,27 stig (14,67) samanlagt
29,94  



2. Støkk Vípan – 14,97 stig (13,28)
samanlagt 28,25



3. HF Nora – 12,70 stig (12,08)
samanlagt 24,78



 



Steypavinnari hjá gentum gjørdist Lyra hjá
Ljósinum



Úrslit unglingar 2. steypakapping



1. Ljósið Lyra – 15,63 stig (14,68) samanlagt
30,31  



2. HF Nita – 14,83 stig (13,47)
samanlagt 28,30



3. HF Freia – 14,13 stig (14,05)
samanlagt 28,18



4. Støkk Flykran – 12,53 (11,45)
samanlagt 23,98



 



Steypavinnari hjá smágentum gjørdist Fenja
hjá HF



Úrslit unglingar 2. steypakapping



1. Støkk Viólin – 14,80 stig (13,97)
samanlagt 28,77  



2. HF Fenja – 14,43 stig (14,68)
samanlagt 29,11



3. HF Bjalla – 13,43 stig (13,62)
samanlagt 27,05



4. Ljósið Vela – 13,29 (12,65) samanlagt
25,94



5. Støkk Sóljan – 10,4 (9,50) samanlagt
19,9



 



Steypavinnari hjá Pinkum gjørdist Svalan
hjá Støkk



Úrslit unglingar 2. steypakapping



1. Støkk Svalan – 13,43 stig (12,82)
samanlagt 26,25  



2. HF Mira – 13,03 stig (9,92) samanlagt
22,95



3. HF Maia – 10,50 stig (9,52) samanlagt
20,02



4. Ljósið Libra – 9,96 (7,62) samanlagt 17,58

5. HF Milja – 8,97 (7,57) samanlagt 16,54