B-kapping - úrslit frá amboðskapping 23. apríl


Í dag hevur aftur kapping verið í
Bylgjuni í Runavík, har kappast var í einstøkum amboðum. Ljósið hevði 4 pinkur
og 4 piltar við í kappingini.

 

Sum heild kann sigast, at íðkararnir í
Ljósinum kláraðu seg væl, tí hetta var fyrsta kapping hjá nøkrum av íðkarunum.

 

Úrslitini vórðu hesi:

Á gólv hjá pinkum bleiv Elsa Katrina
Gisladóttir nr. 3. Í lop bleiv Anja Johansen bleiv nr. 2 og Sandra Kimsdóttir
nr. 3 og Elsa Katrina bleiv nr. 4. Á bitanum bleiv Sandra nr. 3.

 

Á gólv hjá piltum bleiv Matheu Garcia
nr. 2, Hørður Herason nr. 4 og Liam Garcia nr. 5, og í  paralell barr bleiv Vilhelm Johannesen nr. 3.
Í beinsveiggj bleiv Matheu nr. 4, í lop bleiv Liam nr. 4 og Hørður nr. 6. Í
ringum bleiv Liam nr. 4, og hann bleiv eisini nr. 6 í rekk.

 



















Ljósið ynskir øllum íðkarum tillukku við
heiðursmerkjunum í dag.