4 føroyameistarar í amboðsfimleiki úr Ljósinum

FM í amboðsfimleiki hevur verið í Fimi í dag. Hjá
eldru bólkunum varð kappast all-around og í einstøkum amboðum samstundis. 

Christina T. Arge er føroyameistari hjá kvinnum og
Anna Paula Garðshodn bleiv nr. 2 hjá kvinnum.



Miriam Christiansen var við í kappingini hjá
kvinnuunglingum, har hon bleiv nr. 5 samanlagt.





Torleviur Christiansen megnaði at blíva
føroyameistari hjá dreingjum annað árið á rað. Dánjal Joensen bleiv nr. 2 samanlagt
hjá dreingjum. 

Hjá smádreingjum bleiv Bjarki Johannessen
føroyameistari. Í stig 5 gjørdist Anna Elisabeth føroyameistari og Sólja N.
Poulsen bleiv nr. 3 samanlagt. Í stig 4 bleiv Olivia Rajani nr. 2 samanlagt.





Sí øll stigini í all-around kappingunum í hvørjum
bólki niðanfyri, har íðkarar úr Ljósinum luttøku:

 















Kvinnur


Nr. 1 Christina T. Arge,
Ljósið – 44,09


Nr. 2 Anna Paula, Ljósið
– 43,33


Nr. 3 Kaspara Danielsen,
HF – 43,03



Kvinnuunglingar


Nr. 1 Rebekka
Ingadóttir, HF – 44,22


Nr. 2 Astrið Breckmann,
HF – 43,25


Nr. 3 Victoria
Ottarsdóttir, HF – 35,99



Stig 5


Nr. 1 Anna Elisabeth H.
Weyhe, Ljósið – 35,00


Nr. 2 Eydna Drós Joensen,
HF – 34,57


Nr. 3 Sólja N. Poulsen, Ljósið
– 33,475



Stig 4


Nr. 1 Hjørdis
Petursdóttir, Støkk – 32,95


Nr. 2 Olivia Rajani,
Ljósið – 32,91


Nr. 3 Jancy Mohr, KF – 31,94



Dreingir


Nr. 1 Torleivur
Christiansen, Ljósið – 48,84


Nr. 2 Dánjal Joensen, Ljósið
– 39,53


Nr. 3 Fríði Langgard,
Støkk – 38,87



Smádreingir


Nr. 1 Bjarki Johannessen,
Ljósið – 100,1


Nr. 2 Silas Poulsen, HF –
95,5


Nr. 3 Búi Pætursson – 88,3




 



Ljósið ynskir øllum íðkarum hjartaliga tillukku
við úrslitunum í dag. 

Dreingir, smádreingir og stig 4-6 kappast aftur í
morgin, sunnudagin 13. mai kl. 13.00 í Fimi, har kappast verður í einstøkum
amboðum. Hjá gentum verður kappast í øllum fýra amboðunum, hjá smádreingjum í
øllum seks amboðunum, meðan hjá dreingjum verður kappast í ringum, paralell barr,
lop og á gólv.





Hesir íðkarar hjá Ljósinum skulu kappast í morgin
í einstøkum amboðum, ( ) vísir, hvat nr. tey blivu í einstaka amboðnum í dag: 

Stig 4



Gólv: Olivia Rajani (1) og
Anna Reynheim (5)



Biti: Olivia Rajani (2)



Lop: Anna Reynheim (1)



 



Stig 5



Gólv: Sólja N. Poulsen (2),
Anna Elisabeth H. Weyhe (4), Ronja Johannessen (5)



Biti: Katrina K. Nielsen (1),
Anna Elisabeth H. Weyhe (2), Sólja N. Poulsen (3), Ronja Johannessen (5)



Lop: Anna Elisabeth H.
Weyhe (3), Silja G. Eystberg (4), Ronja Johannessen (5)



Forskotin bar: Anna
Elisabeth H. Weyhe (2), Silja G. Eystberg (3), Sólja N. Poulsen (6)



 



Smádreingir



Gólv: Bjarki Johannessen (2)



Paralell bar: Bjarki Johannesen
(1), Rókur S. Vestergaard (4)



Beinsveiggj: William N.
Djurhuus (2), Rókur S. Vestergaard (3), Bjarki Johannessen (4)



Reck: Bjarki Johannessen (1),
William N. Djurhuus (4), Rókur S. Vestergaard (5)



Ringar: Bjarki Johannessen
(1)



Lop: Bjarki Johannessen (1),
Rókur S. Vestergaard (6)



 



Dreingir



Gólv: Torleivur Christiansen
(2), Dánjal Joensen (5)



Paralell bar: Dánjal Joensen
(1), Torleivur Christiansen (3), Teitur í Hjøllum (6)



Ringar: Torleivur Christiansen
(1), Teitur í Hjøllum (3), Dánjal Joensen (4)



Lop: Torleivur Christiansen
(1), Dánjal Joensen (6)