«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Steypavinnarar 2018 Hydra (kvinnur) og Lyra (gentur)

Hydra og Lyra hjá Ljósinum eru steypavinnarar 2018


Kvinnuliðið Hydra hjá Ljósinum gjørdist í dag samlaði steypavinnarin 2018 hjá kvinnum. Tær vunnu fyrru steypakapping við 14,25 stigum, og til steypakappingina í dag, sum tær eisini vunnu, fingu tær 15,47 stig, og gjørdust harvið steypavinnarar hjá kvinnum við 29,72 stigum samanlagt.

 

Kvinnurnar Hydra, við venjaranum Eyð Strøm á odda, hava tikið seg sera nógv fram tey seinastu árini og hava víst sera stór framstig og hava harvið fingið sera góð úrslit, bæði til kappingar heima og uttanlands.

 

Gentuliðið Lyra bleiv somuleiðis steypavinnari 2018 við 30,31 stigum samanlagt. Til fyrru steypakapping fingu tær 14,68 stig, og í dag fingu tær 15,63 stig. Venjarar hjá teimum eru Maria B. Jakobsen og Sólbjørg Juliansdóttir.

 

Smágenturnar Vela blivu nr. 4 í dag og fingu eitt samanlagt 4. pláss til steypakappingina. Pinkurnar Libra blivu nr. 4 í dag, og fingu tær eisini eitt 4. pláss samanlagt.

 

Fimleikafelagið Ljósið ynskir kvinnuliðnum Hydra og gentuliðnum Lyra og hinum steypavinnarunum hjartaliga til lukku.

 

Fimleikafelagið Ljósið

 

Úrslit frá 2. steypakapping og steypavinnarar 2018

 

Steypavinnari hjá kvinnum gjørdist Hydra hjá Ljósinum

Úrslit kvinnur 2. steypakapping

1. Ljósið Hydra – 15,47 stig (14,25) samanlagt 29,72  

2. HF Hulda – 14,35 stig (12,85) samanlagt 27,20

 

Steypavinnari hjá unglingum gjørdist Eina hjá HF

Úrslit unglingar 2. steypakapping

1. HF Eina – 15,27 stig (14,67) samanlagt 29,94  

2. Støkk Vípan – 14,97 stig (13,28) samanlagt 28,25

3. HF Nora – 12,70 stig (12,08) samanlagt 24,78

 

Steypavinnari hjá gentum gjørdist Lyra hjá Ljósinum

Úrslit unglingar 2. steypakapping

1. Ljósið Lyra – 15,63 stig (14,68) samanlagt 30,31  

2. HF Nita – 14,83 stig (13,47) samanlagt 28,30

3. HF Freia – 14,13 stig (14,05) samanlagt 28,18

4. Støkk Flykran – 12,53 (11,45) samanlagt 23,98

 

Steypavinnari hjá smágentum gjørdist Fenja hjá HF

Úrslit unglingar 2. steypakapping

1. Støkk Viólin – 14,80 stig (13,97) samanlagt 28,77  

2. HF Fenja – 14,43 stig (14,68) samanlagt 29,11

3. HF Bjalla – 13,43 stig (13,62) samanlagt 27,05

4. Ljósið Vela – 13,29 (12,65) samanlagt 25,94

5. Støkk Sóljan – 10,4 (9,50) samanlagt 19,9

 

Steypavinnari hjá Pinkum gjørdist Svalan hjá Støkk

Úrslit unglingar 2. steypakapping

1. Støkk Svalan – 13,43 stig (12,82) samanlagt 26,25  

2. HF Mira – 13,03 stig (9,92) samanlagt 22,95

3. HF Maia – 10,50 stig (9,52) samanlagt 20,02

4. Ljósið Libra – 9,96 (7,62) samanlagt 17,58

5. HF Milja – 8,97 (7,57) samanlagt 16,54