«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Mynd: Fimleikafelagið Ljósið - Christina T. Arge.

FM kappingar í amboðsfimleiki í Fimi 12.-13. mai 2018


Leygardagin og sunnudagin 12.-13. mai vera FM kappingarnar 2018 í Fimi í Havn. 

 

Á kvinnusíðuni kappast stig 4-7, FIG gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Á mannfólksíðuni kappast, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn.

 

Kappast verður í øllum amboðum, 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 amboð á mannfólkasíðuni.

 

Leygardagin 12. mai er all-around FM kappingar, har FM vinnari all-around verður funnin, har øll stigini verða tald saman í hvørjum amboði.

Seks tey bestu, í hvørjum amboði, koma víðari til FM finalurnar í einstøkum amboðum, sum verða sunnudagin 13. mai.

 

Um seks ella færri íðkarar eru til eitt amboð, verður FM í einstøkum amboðum samstundis sum all-around kappingarnar leygardagin.

 

Skráin leygardagin 12. mai:

Kl. 08.00 – 08.50: Upphiting fyri FIG gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 09.00 – 12.00: FM kapping fyri eldru bólkarnar

Kl. 12.30 – 13.20: Upphiting fyri stig, 4-7, smádreingir og dreingir

Kl. 13.30 – : FM kapping fyri stig, 4-7, smádreingir og dreingir

 

Skráin sunnudagin 13. mai:

Kl. 12.00 – 12.50: Upphiting fyri stig, 4-7, smádreingir og dreingir

Kl. 13.00 – 15.30: Amboðsfinalur fyri stig, 4-7, smádreingir og dreingir

 

Fimleikafelagið Ljósið ynskir øllum íðkarum góða eydnu til FM kappingarnar.